Landssjúkrahúsið
Útgivið
20. marts 2024
Útgongur
16. april 2024
Staður
Faroe Islands
Bólkur
Starvsstaður

Lýsing

Heilsugranskingareindin í Sjúkrahúsverkinum søkir eftir fíggjarafólki til hálvtíðarstarv frá 1. juni 2024 ella eftir avtalu. Sum einasta fíggjarfólk í Heilsugranskingareindini fært tú stóra ábyrgd, men við møguleika fyri tøttum sambandi við Fíggjardeildina á Landssjúkrahúsinum. Tú kemur at arbeiða í einum dynamiskum arbeiðsumhvørvi við áhugaverdum og fjølbroyttum uppgávum.

Um starvið
Heilsugranskingareindin í Sjúkrahúsverkinum hevur m.a. til endamáls at savna heilsugransking á einum stað og at stimbra og stuðla undir heilsugransking í Sjúkrahúsverkinum. Eindin skal tryggja, at heilsugranskarar fáa nøktandi stuðul til at skriva umsóknir, søkja um granskingarstuðul, útinna gransking o.s.fr. Heilsugranskingareindin umsitur granskingarjáttanir, og tað er hesum fíggjarfólkið skal taka sær av. Sum fíggjarfólk í Heilsugranskingareindini verður tú sostatt partur av stuðulsfunktiónum, sum verða uppbygdar.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum

  • Umsiting av granskingarjáttanum, heinta pening inn og gera fíggjarligar frágreiðingar eftir tí leisti, ið hvør einstakur grunnur krevur, á føroyskum, donskum og enskum máli
  • Hjálpa granskarum at gera fíggjarætlanir fyri granskingarverkætlanir og eftirkanna fíggjarætlanir til umsóknir um fígging til granskingar verkætlanir
  • Fyrisitingarligar uppgávur, fíggjarstýring, herundir roknskap og bókingar
  • Lønarumsiting og lønareftirlit

Førleikar
Tú hevur viðkomandi royndir innan almenna fyrisiting. Viðkomandi miðallong útbúgving innan t.d. roknskap og fyrisiting er ein fyrimunur. Tíni samstarvs- og samskiftisevni eru góð, og tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt og at virka sum sparringspartnari hjá granskarum og leiðara. Harumframt leggja vit dent á, at at tú dugir væl at orða teg á føroyskum, donskum og enskum, og at tú trívist í einum ferðmiklum gerandisdegi, har tú arbeiðir við nógvum ymiskum uppgávum. Harafturat er tað ein treyt, at tú hevur góð evni at seta teg inn í ymiskar KT-skipanir.

Sum persónur ert tú álítandi, fyrikomandi og hevur ein jaligan hugburð. Eindin hevur ofta nógvar ymiskar granskingarverkætlanir í gongd samstundis, og tí er neyðugt, at tú ert fleksibul og eisini kann taka tær av uppgávum, sum ikki beinleiðis hava samband við fíggjarviðurskifti at gera.

Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at seta seg í samband við leiðaran á Heilsugranskingareindini, Mariu Skaalum Petersen, á tlf. 216695 ella umvegis marsk@ls.fo

Umsóknarfreistin er tann 15.04.2024.

Vinarliga søk starvið her.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið