Hiddenfjord
Útgivið
2. juni 2026
Útgongur
17. juni 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Fulltíðarstarv

Lýsing

Vil tú vera partur av góðskutoyminum á góðskingarvirkinum í Sørvági?

Vit leita eftir einum dugnaligum og framfýsnum starvsfólki til okkara góðskudeild á góðskingarvirkinum. Talan er um fulla tíð, og roknast skal við skeivum arbeiðstíðum. Tú fert at arbeiða tætt saman við starvsfólkum á góðskudeildini og øðrum á virkinum.

Arbeiðsuppgávur

  • Reinføriseftirlit
  • Taka sýni í framleiðsluni
  • Góðskukanningar og skrásetingar
  • Aðrar uppgávur

Førleikakrøv

  • Áhuga fyri og innlit í góðskuarbeiði.
  • Viðkomandi arbeiðsroyndir eru ein fyrimunur
  • Ert væl skipað/ur og megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
  • Ágrýtin, álítandi og arbeiðssom/samur
  • Kennir til vanlig telduforrit
  • Løn og setanarviðurskiftir
  • Løn og setanarviðurskifti verða sambart avtalu við arbeiðsgevara. Starvið er ætlað at verða sett sum skjótast ella eftir neyvari avtalu.

Umsókn
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Lailu Jacobsen, góðskuleiðara, tel +298 288985 ella teldupost til laila.jacobsen@hiddenfjord.com.

Umsóknarfreist er fríggjadagin, 17. juni 2026.

Umsókn við CV, prógvum, viðmælum og øðrum viðkomandi skjølum verður send laila.jacobsen@hiddenfjord.com.

Um Hiddenfjord
Hiddenfjord er serføroyskt felag, sum elur laks í Føroyum. Felagið hevur verið í stórari menning í mong ár og hevur í løtuni umleið 250 starvsfólk. Fyritøkan hevur smoltstøð, aling, góðskingarvirki og søludeild. Á góðskudeildini arbeiða sjey fólk, trý teirra eru góðskufólk. Hiddenfjord leggur stóran dent á at virka í samljóði við náttúruna.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið