Lýsing
Talan er um:
- Eitt starv fyri heilsurøktara í barnsburðarfarloyvi. Starvsbrøkurin er 0,7 svarandi til 28 tímar um vikuna. Arbeiðstíðin er í skiftandi vaktum og 3. hvørt vikuskifti.
- Eitt fast starv á starvsbrøki 0,7 svarandi til 28 tímar um vikuna. Arbeiðstíðin er í skiftandi vaktum og 3. hvørt vikuskifti.
Farloyvisstarvið er til setan frá 01.11.2026 til 01.11.2027.
Fasta starvið er til setan sum skjótast.
Á Sjóvarlon eru 9 búpláss og eitt pláss til umlætting. Á heiminum starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar og hjálparfólk. Arbeiðið á heiminum er skipað við greiðum ábyrgdarbýti í mun til røktina.
Tú kemur at arbeiða í tøttum samstarvi við deildarleiðaran. Tú ert við til at mynda starvið og leggja arbeiðið til rættis.
Vit kunnu bjóða góða innleiðslu, góðar umstøður, eitt gott arbeiðspláss, ein fakliga spennandi og mennandi gerandisdag og góðar møguleikar fyri førleikamenning innan útbúgving og skeið.
Førleikakrøv
- Prógv og góðkenning sum heilsurøktari
- Telduførleika á brúkarastøði
Vit vænta, at tú:
- Hevur áhuga fyri eldri fólki og vil stuðla undir kjarnuuppgávu Roðans, sum er at veita eina dygdargóða tænastu, har málið er at stimbra heilsu og trivnað, fyribyrgja sjúku, endurmenna og/ella varðveita førleikar og at veita umsorgan og røkt – hetta í góðum samstarvi við brúkaran og avvarðandi hansara.
- Hevur eina skipaða tilgongd til uppgávuloysn, arbeiðir sjálvstøðugt og samstarvar við hini starvsfólkini á heiminum.
- Ert reflekterandi og kreativ/-ur í tíni tilgongd til nýggjar uppgávur, og tær dámar væl avbjóðingar.
- Dugir væl at málbera teg í skrift og talu.
Setanarviðurskifti
Starvið verður lønt sambært sáttmála við KAF og Heilsurøktarafelagið.
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Gunn Olsen, deildarleiðara, á tlf. 793387 ella við telduposti til gunno@rodin.fo.
Umsókn
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til rodin@rodin.fo.
Viðmerkjast skal: "Heilsurøktari Sjóvarlon".
Umsóknarfreistin er 28. september 2026.
Søkja skikkaðir umsøkjarar ikki størvini, kann annar fakbólkur verða settur. Um so er, verða uppgávurnar tillagaðar.