Hotel Vágar
Útgivið
13. marts 2024
Útgongur
24. marts 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Longu í vár letur nýggja og stásiliga Hotel Vágar upp, og vit leita tí eftir ágrýtnum og nærløgdum starvsfólkum til køkin á nýggja hotellinum.

Vit leggja dent á at veita framúr góðan mat og at skapa góðar upplivingar til gestir okkara.

So ert tú mentur og spentur at kokkast í nýggja, stóra og framkomna køkinum á hotellinum, vilja vit fegin hoyra frá tær. Útbúgving ella royndir innan matgerð eru fyrimiunur.

Vit bjóða
Tú verður liður í serstaka andanum, eitt flogvallarhotell hevur at bjóða, einum mennandi og spennandi arbeiðsplássi, har uppgávurnar eru fjølbroyttar og eingin dagur er eins.

Hotellið hevur helst besta og nýggjasta køk í landinum, og tú verður við at mynda eitt nýmótans og framsøkið arbeiðspláss, har bæði ferðin og krøvini eru høg, samstundis sum tú verður ein stórur partur av menningini av hotellinum sjálvum, heilt frá byrjan.

Tað verður tín uppgáva
Hotel Vágar er eitt nýmótans hotel, har vit í køkinum arbeiða sjálvstøðugt og í toymi. Gerandisdagurin verður fullur av ymiskum áhugaverdum uppgávum innan matgerð, men fyrst og fremst at veita mat og tænastu í serflokki.

Vit vænta, at tú

  • Ert ágrýtin, nærløgd/nærlagdur, jalig/ur, sjálvstøðug/ur og samstarvssinnað/ur
  • Brennur fyri at veita høga góðsku, har reinførið er í hásæti
  • Dámar væl at arbeiða við skiftandi uppgávum og í skiftandi vaktum
  • Dámar væl at arbeiða í einum skjóttgangandi, men stuttligum arbeiðsumhvørvi

Setan og umsókn
Størvini eru í skiftandi vaktum, dag- og kvøldvakt, gerandisdagar og í vikuskiftinum.

Løn og setanartreytir sambært sáttmála á økinum.

Umsókn við lívsrensli (cv), avrit av prógvum og viðkomandi tilfari skal sendast við telduposti til martins@hotelvagar.fo í seinasta lagi 24. mars 2024. Samrøður verða stutt eftir tað.

Byrjanardagur er 8. apríl ella eftir avtalu. Allar umsóknir vera viðgjørdar í trúnaði.

Vilt tú hava meira at vita?
Fyri meira kunning um starvið ert tú vælkomin at seta teg í samband við Martin Sveinbjarnarson Jakobsen, køksleiðara, á martins@hotelvagar.fo ella á tel. 281400

Um okkum
Í fjør var farið undir at høvuðsumvæla og nútímansgera Hotel Vágar, og nú er stásiliga hotellið við at verða klárt. Við 25 kømurum, nýggjari matstovu, tveimum fundarhølum og einum stórum nýmótans køki, eru vit spent uppá at lata dyrnar upp fyri fyrstu gestunum.

Hotellið liggur væl fyri, 5 minuttir frá flogvøllinum í Vágum og dyrnar til útheimin kundu ikki verið . Hotellið liggur eisini eitt hanagleiv frá alskyns áhugaverdum støðum, so sum Trøllkonufingri, Trælanípu, Bøsdalafossi, Tindhólmi, Drangunum, Múlafossi og Mykinesi.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið