Maria Poulsen HVS
Útgivið
22. juni 2026
Útgongur
3. juli 2026
Staður
Croatia
Bólkur
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Lærupláss, Fulltíðarstarv

Lýsing

Handilslærlingur til Maria Poulsen

Til HVS handil okkara verður søkt eftir handilslærlingi, at ráðgeva kundum okkara.

P/F Maria Poulsen er millum elstu fyritøkum í landinum, og eru vit í dag ein framkomin fyritøka við royndum og heildarloysnum innan grøn hitaverk, vatn, sanitet, ventilatión, kloakk og baðirúmsmøblar.

Tað setur krøv ...

Tú kemur at ráðgeva kundum okkara og hjálpa teimum til ta røttu loysnina. Framtíðin er grøn og tú kemur at verða ein partur av hesari umlegging. Tú kemur soleiðis, í samstarvi við onnur, at virka á einum spennandi og fjøltáttaðum arbeiðsplássi.

Vit vænta, at tú skilur týdningin av góðum handverki, dygd og góðari kundarøkt. Vit síggja fyri okkum, at tann góði lærlingurin dugir at arbeiða sjálvstøðugt, er fyrikomandi, nærlagdur, íðin og kreativur.

Afturfyri bjóða vit

  • Eitt spennandi starv við nógvum møguleikum eftir lærutíðina
  • Góðar samstarvsfelagar í góðum fakligum og sunnum arbeiðsumhvørvi
  • Ávirkan á tín egna arbeiðsdag
  • Løn eftir avtalu
  • 8 tíma arbeiðsdag (8-16 ella 9-17, og 3. hvønn leygardag)
  • Skúlagongd er í Danmark

Stutt sagt, eitt spennandi starv í einari fyritøku í støðugari menning.

Meira at vita

Nærri fæst at vita um starvið við at ringja á tel. 71 20 79.

Umsókn

Umsókn skal sendast til tilkd@mp.fo.

Um Mariu Poulsen

Maria Poulsen er meir enn 175 ár og er millum elstu fyritøkur í landinum. Vit eru tann størsti HVS-heildarveitarin í Føroyum. Vit bjóða heildarloysnir innan hitaskipanir, vatn, ventilatión, kloakk og baðirrúmsmøblar. Tað starvast um 40 starvsfólk hjá Mariu Poulsen, og 14 av hesum eru í handli okkara á Hálsi.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið