Hvalvíkar skúli
Útgivið
25. maj 2026
Útgongur
4. juni 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Tíðaravmarkað starv, Faklært, Fulltíðarstarv, Partíðarstarv

Lýsing

Lærarar sóknast til skúlaárið 2026/2027

Hevur tú hug at gerast partur av einum lítlum, tryggum og nærverandi skúla - har relatiónir og trivnaður eru í miðdeplinum, har TÚ veruliga ynskir at gera mun, so er Hvalvíkar skúli rætta arbeiðsplássið fyri teg.

Hevur tú hesar førleikar

  • Áhuga fyri menning, trivnaði og relasjónum
  • Góð samstarvs- og samskiftisevni
  • Jaligan hugburð
  • Duga at síggja og virðismeta ymiskleikan hjá næmingum
  • Brenna fyri at arbeiða í innskúlingini
  • Átaka sær leiklutin sum flokslærari
  • Vilja vera ein virkin partur av skúlanum

Størv

  • 1 fast starv frá 1. august 2026
  • 1 tíðaravmarkað starv skúlaárið 2026/27. Setanarbrotið verður ikki endaliga ásett fyrr enn eftir 1. oktober.

Førleikakrøv

  • Læraraútbúgving
  • Kunna undirvísa í grunddeild, fleiri lærugreinum, tó verður serliga hugsað um føroyskt
  • Góð evni at samstarva og samskifta
  • Læraralesandi, sum taka prógv í summar, eru eisini vælkomin at søkja
  • Barnaváttan verður kravd

Hvat bjóða vit?

  • Næmingar í innskúlingini 1. til 3. flokk.
  • Møguleika at seta tín egna fakliga dám á undirvísing og menning
  • Eitt arbeiðspláss, har rødd tín verður hoyrd og hevur týdning
  • Tætt samstarv við starvsfelagar, næmingar og foreldur
  • Forvitnar og virknar næmingar, sum gleða seg at læra

Lønar og setanartreytir

Størvini eru lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Størvini eru sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.

Umsókn

Umsóknir við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum skulu stílast til Hvalvíkar skúla:

hvv@skulin.fo
Umsóknarfreist: 4. juni 2026 kl. 12.00

Meiri fæst at vita við at seta seg í samband við Maluna Petersen, skúlastjóra:

Tlf. 297238 / 522019
T-postur: malan.petersen@skulin.fo

Vit gleða okkum at hoyra frá tær!

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið