Kids Leikur
Lýsing
Vit leita eftur einum røskum fólki at arbeiða 30 tímar um vikuna, mánadag til fríggjardag frá kl 10.00-16.00.
Starvið verður sett skjótast gjørligt og lønt sambært avtalu.
Vit vænta, at tú:
- Hevur áhuga fyri sølu og kundatænastu.
- Ert fyrikomandi og opin.
- Dugir at arbeiða undir trýsti.
- Ert hjálpsom/-samur.
Vit bjóða tær eitt lívligt, stuttligt og avbjóðandi arbeiðspláss.
Um tú ert áhugað/ur í starvinum, send eina umsókn til var@kidsleikur.fo
Hevur tú spurningar um starvið kanst tú ringja til Vár á 274649.