Landssjúkrahúsið
Útgivið
24. april 2024
Útgongur
13. maj 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Familjudepilin á Landssjúkrahúsinum søkir við hesum eftir einum lænkaskrivara. Talan er um eitt fast starv á brøki 1,0 til setan 01.09.2024 ella eftir nærri avtalu. Ábyrgdarøki verður gynækologi, tó skal umsøkjari kunna hjálpa til í øllum serøkjunum á Familjudeplinum, alt eftir tørvi.

Um Familjudepilin

Familjudepilin er skipaður í fýra klinisk fokusøki: Barnakonueind, Gynekologiskt ambulatorium, Børn & Ung Somatikk og Børn & Ung Psykiatri. Familjudepilin er stovnaður við tí endamáli at stuðla undir allari tilgongdini hjá barnakonuni, barnafamiljuni, børnum og ungum frá gitnaði til barnið er 18 ár, umframt kvinnuheilsu/gynekologi. Fokus er á sjúklingagongdir og funktiónir, har dentur verður lagdur á tvørfakliga fyribyrging, stuðul, kanning, viðgerð, uppfylging og trivnað.

Arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum:

  • Journalskriving
  • Skráseting
  • Avgreiða teldupost
  • Innskanning av skjølum
  • Innheintan av upplýsingum
  • Telefonavgreiðsla
  • Samskipan av virkseminum í ambulatorium

Førleikakrøv:

  • Útbúgving sum læknaskrivari
  • Góð skipanarevni, gott yvirlit og førleika til sjálvstøðugt at leggja arbeiðsuppgávur til rættis
  • Góðan telduførleika
  • Jaligt sinni og ágrýtni í mun til arbeiðsuppgávurnar og møguligar broytingar
  • Fyrikomandi og álitisvekjandi
  • Initiativtakan og áhuga í menning í mun til egið fak
  • Góð samstarvsevni, eisini tvørfakliga

Vit kunnu bjóða tær:

  • Eitt áhugavert arbeiðsøki í støðugari menning
  • Møguleika fyri fakligari -og persónligari menning
  • Eitt tvørfakligt samstarv við serlæknar, læknar, sjúkrarøktarfrøðingar, ljósmøður o.o.
  • At blíva ein partur av einum nýggjum spennandi depli, við tættum samstarvi við læknaskrivarar á øllum deplinum.

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til leiðandi læknaskrivara, Edith Kruse Andreasen á tlf 304500 lokal 4483 ella við at senda ein teldupost á edian@ls.fo

Umsóknarfreistin er 13.05.2024.

Vinarliga søk starvið her.

Á heimasíðuni www.ls.fo kann ein síggja okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”um okkum”.

 

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið