Landssjúkrahúsið
Útgivið
22. marts 2024
Útgongur
5. april 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum sóknast eftir læknaskrivara at byrja tann 01.05.2024, ella eftir nærri avtalu.

Medisinski depilin er ein tvørfaklig deild, ið fevnir um tær intern medisinsku sergreinarnar, arbeiðs- og umhvørvismedisin, neurologi, onkologi, dermatologi og pallitatión. Medisinski depilin tekur ímóti á leið 4000 akuttum innleggingum og 55.000 ambulantum vitjanum hvørt ár. Tað eru áleið 30 læknafakligar sergreinar á Landssjúkrahúsinum, og 14 teirra hoyra til Medisinska depilin. Í løtuni starvast 16 yvirlæknar í føstum starvi og 16 útbúgvingarlæknar. 14 læknaskrivarar og 3 skrivarar eru partur av læknaskrivaratoyminum á Medisinska deplinum, sum fevnir um Medisinski seingjadeild og Medisinsku ambulatoriini. Áleið 200 fólk starvast á Medisinska deplinum.

Um Steno Miðstøðin

Steno Miðstøðin byrjaði tann 1. januar 2023 og er eitt samstarv millum Landsstýrið og Novo Nordisk Fonden. Steno Miðstøðin er partur av Medisinska deplinum og er tað depilsleiðslan á Medisinska deplinum, sum mannar leiðsluna á Steno Miðstøðini. Steno Miðstøðin bleiv sett á stovn við tí endamáli at styrkja átøkini innan diabetes og aðrar endokrinologiskar sjúkur í Føroyum. Virksemið á Steno Miðstøðini er býtt upp í standardviðgerð fyri diabetes og aðrar endokrinologar sjúkur, supplerandi átøk og tvørgeira aktivitetir og gransking. Steno Miðstøðin er partur av einum Steno-netverki saman við seks øðrum Steno miðstøðum í Danmark og Grønlandi. Lesið meira um virksemið á Steno Miðstøðini á LinkedIn síðuni hjá Steno Miðstøðini Steno Diabetes Center Faroe Islands – SDCF, og om tær ymiskur Steno miðstøðirnar á www.steno.dk.

Arbeiðsuppgávurnar hjá læknaskrivaranum

Arbeiðið sum læknaskrivari fevnir um fleiri ymiskar og spennandi arbeiðsuppgávur, og er arbeiðsdagurin tí skiftandi. Arbeiðið er í støðugari menning. Sum læknaskrivari á Steno Miðstøðini gerst tú partur av einum toymi, sum eisini fæst við supplerandi átøk og aktivitir. Uppgávurnar sum læknaskrivari á Medisinska deplinum á Landssjúkrahúsinum fevna í høvuðsheitum um:

  • At syrgja fyri at visitatiónir verða skrásettar rætt, at bíleggja tað, ið verður ordinerað og at senda innkallingar út
  • At bíleggja blóðroyndir, geva nýggjar tíðir o.a., sum kann gera arbeiðið lættari fyri læknarnar og sjúkrarøktarfrøðingarnar
  • At skriva notat fyri læknan, syrgja fyri at diagnosur eru rætt noteraðar, umframt at samskipa kanningar og viðgerðir
  • At syrgja fyri at sjúklingurin fær svar upp á kanningar
  • At føra journal og fyrireika sjúklingasamrøður
  • At senda viðkomandi skjøl til stovnar, tryggingarfeløg o.a.
  • At tosa við sjúklingar og avvarðandi
  • At samskipa sjúkragongdir

Førleikar

Tú hevur viðkomandi útbúgving og royndir. Tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt og sum partur av einum lítlum toymi. Tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevni og trívist at arbeiða í einum ferðmiklum gerandisdegi, har tú arbeiðir við sjálvstøðugum uppgávum. Tú hevur nærlægni og dugir væl at orða teg á føroyskum og donskum. Harafturat er tað ein fyrimunur, at tú kennir Cosmic skipanina og hevur áræði at seta teg inn í nýggjar skipanir. Sum persónur ert tú skipað/ur, álítandi, fyrikomandi og hevur ein jaligan hugburð. Tú ert fleksibul og ert sinnað/ur at taka tær av uppgávum, sum fylgja við teimum supplerandi átøkunum og aktivitetunum á Steno Miðstøðini.

Vit bjóða eitt spennandi starv í einum fakliga sterkum umhvørvi, har tú fært loyvi at menna tínar førleikar í tøttum samstarvi við onnur á deplinum og á Steno Miðstøðini.

Løn- og setanartreytir sambart avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til depilsleiðara Birnu Mohr Joensen birjo@ls.fo, ella til leiðandi læknaskrivaran á Medisinska deplinum Heidi á Høvdanum Andreasen heia@ls.fo – Landssjúkrahúsið tlf. 30 45 00.

Freistin at søkja er tann 05.04.2024

Vinaliga søk starvið her.

 

Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.  

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið