Lýsing
Hevur tú hugsjónir og dirvi at ganga nýggjar leiðir, og megnar tú at standa á egnum beinum í einum sterkum starvsfólkahópi, so hevur tú møguleika at søkja eitt av leysu lærarastørvunum í Skúlanum á Fløtum.
1 fast starv við setan frá 1. august 2026.
1 tíðaravmarkað starv skúlaárið 26/27 vegna avlopstímar og barsil
1 tíðaravmarkað starv sum fastløntur vikarur við setanarbrotið 0,5 við møguleika fyri at hækka brotið gjøgnum árið vegna avlopstímar ella umskipanir.
Harumframt hevur skúlin 2 møguliga 3 tímasett størv sum vikarur við í minsta lagi 10-15 tímum um vikuna í miðal hvønn mánað sum sjúkravikarur og fastur avloysari. Hesi størvini kunnu eisini seinni umskipast til fastlønt størv vegna avlopstímar ella umskipanir gjøgnum árið.
Fasta starvið er fulla tíð, og tað eina tíðaravmarkaða starvið er fulla tíð; setanarbrotið fyri fastlønta vikarin er í minsta lagi 0,5, men verður endaliga ásett 1. september.
Víst verður eisini til aðra lýsing hjá Skúlanum á Fløtum við størvum í Lopfjølini og Gulaskúla.
Um størvini
Søkt verður eftir lærarum, sum undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við starvsfólk skúlans skal taka lut í dagliga virksemi skúlans innanfyri tær rammurnar sum virðisgrundarlag, mið og mál skúlans seta.
Vit vænta, at tú
Vit vænta, at tú hevur sett teg inn í virðisgrundarlag, mið og mál fyri Skúlan á Fløtum og kennir teg aftur í hesum. Harumframt vænta vit, at tú tekur undir við kt-æltan skúlans, dugir við Apple- og Chrometeldum, ert stinnur kt-brúkari og dugir væl at nýta m.a. Teams, Intowords, WiseFlow, CoPilot og allan M365 pakkan umframt bóka- og undirvísingarportalarnar, ið Nám og Dansk Gyldendal veita.
Tú mást duga at virka í toymi og vera fyrikomandi. Vera fús/ur at taka á teg tær uppgávur og avbjóðingar, ið eru í gerandisdegnum í skúlanum og áhaldandi vera við til at menna skúlan.
Tú ert stundvís/ur og røkin og sært virðið í felagsskapinum og torir at bjóða mørkum av.
Førleikakrøv
Umsøkjari skal hava prógv sum lærari; tó kunnu umsøkjarar, sum fáa prógv í summar, søkja á jøvnum føti við tey, sum longu hava lokið prógv. Umsøkjarar, ið vísa á viðkomandi starvsroyndir, kunnu hava fyrimun.
Okkum tørvar flokslærara til hádeild og til grunddeild.
Lærarar, ið kunnu undirvísa í hesum lærugreinum, hava fyrimun:
- Støddfrøði, kristni, landafrøði, donskum, søgu, samfelagsfrøði, týskum og lívfrøði, umframt møguliga føroyskum í hádeild.
- Føroyskum, støddfrøði, kristni, ítrótti, list og heimstaðarlæru í grunddeild
Útiskúli er eitt av fokusøkjunum í grunddeild í okkara royndarverkætlan, tí er tað eitt krav, at tú eisini kann vera ein partur av útiskúlanum, um tú skalt arbeiða í okkara grunddeild.
Lýsing av skúlanum
Endamálið hjá Skúlanum á Fløtum er í samstarvi við heimið at skipa eitt fjølbroytt og samanhangandi skúlatilboð frá forskúla til loknan fólkaskúla á einum føroyskum grundvølli.
Skúlin á Fløtum byggir á grundtættirnar trivnað, treysti og áræði, og aðalmálið hjá skúlanum er lærdómur. Trivnaður, samstarv og felagsskapur eru megintættir í okkara mentan.
Dentur verður lagdur á at menna sálarliga, kropsliga, handaliga, listaliga og bókliga treystið, har hendur og hugur samantvinna leik og læru.
Vit vilja stimbra áræðið hjá okkara næmingum, so teir megna tær avbjóðingar, teir møta í samfelagnum, náttúruni og framtíðini. Tí eru nærsamfelagið, útiumhvørvið og tøkni ein natúrligur partur av skúlanum.
Í Skúlanum á Fløtum ganga væntandi um 760 næmingar í 0. – 9. flokki komandi skúlár. Umframt á leið 75 í sertilboðunum á Lopfjølini og í Gulaskúla.
Skúlin á Fløtum er partur av eini royndarverkætlan komandi 2 skúlaárini við m.a. øðrvísi tíma- og lærugreinabýti, styttum skúladegi, dagførdari kt-strategi, útiskúla og betri vinum.
Lønar- og setanartreytir
Størvini eru lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 samb. avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.
Størvini eru sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum skulu sendast til reginm@saf.fo, merkt “Starv, lærari” í seinasta lagi hósdagin 4. juni kl 13:00.
Væntandi verða samrøður í viku 23 og fyrru helvt av viku 24.
Nærri fæst at vita um størvini hjá Regini Marnersson á tlf. 216676 ella við at senda ein teldupost til reginm@saf.fo