Lýsing
Lærarastørv til Skúlan í Eysturkommunu
Hesi størv verða lýst leys at seta skúlaárið 2026/2027:
- 2 tíðaravmarkað lærarastørv vegna forskúla
- 1 tíðaravmarkað lærarastarv vegna lærara í barnsburðarfarloyvi fram til 11. november 2026
- 2 tíðaravmarkað lærarastørv vegna lækkað tímatal og avlopstímar
Eitt av omanfyri nevndu størvunum er eitt fast starv.
Setanarbrotini eru uml. 1,0; 0,9; 0,8 og 0,4. Endaligt tímatal verður ásett eftir 15. september.
Starvið vegna barnsburðarfarloyvi, sum er til 11. november 2026, er 1,0.
Søkt verður eftir lærarum, sum:
- Undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við starvsfólk skúlans skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans
- Duga at samstarva og eru fyrikomandi
- Eru fúsir at taka á seg tær uppgávur, sum eru í skúlanum
Vit vænta, at tú:
- Ert fyrikomandi, umhyggin og engasjerað/ur
- Ert stundislig/ur og nærlagd/ur
- Ert virkisfús/ur og hugað/ur fyri toymissamstarvi
- Vilt vera við til at menna eftirmetingar
- Hevur góðan KT-førleika
- Kanst virka sum flokslærari
- Hevur kunnleika innan undirvísing av fleirmæltum
- Í samstarvi við leiðsluna og starvsfelagar vilt vera við til áhaldandi at menna skúlan
- Kanst virka bæði í innskúling og miðdeild
Harumframt skulu lærararnir hava førleika at undirvísa í nøkrum av hesum lærugreinum:
Føroyskum, donskum, støddfrøði, tónleiki og ítrótti/svimjing.
Okkum tørvar lærarar, ið kunnu undirvísa bæði í innskúling og miðdeild.
Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.
Førleikakrøv
- Læraraútbúgving og linjulestur í onkrari av nevndu lærugreinunum
- Royndir í føroyska fólkaskúlanum
- Læraralesandi, sum taka prógv í summar, kunnu eisini søkja størvini
Lønar- og setanartreytir
Lærararnir verða løntir sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 og verða settir sum sáttmálasett størv, uttan so at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.
Umsóknir
Umsóknir við c.v., avriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast við telduposti til:
Umsóknarfreist: 5. juni 2026 kl. 24.00.
Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Anniku K. Joensen, skúlastjóra, á telefon 730060.
Skúlin í Eysturkommunu er:
Í Leirvík: innskúling, 0.–2. flokkur.
Í Gøtu: miðdeild, 3.–7. flokkur.
Skúlin hevur eisini serdeild.
Í skúlanum eru áleið 280 næmingar við forskúla, 23 lærarar, 4 námsfrøðingar og 2 námsfrøðiligir stuðlar.
Tú kanst lesa meira um skúlan á heimasíðuni: