Sørvágs skúli
Útgivið
23. maj 2026
Útgongur
4. juni 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Tíðaravmarkað starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Hevur tú hugsjónir og dirvi at ganga nýggjar leiðir, ert tú tann fakliga sterki lærarin og megnar tú at standa á egnum beinum í einum sterkum starvsfólkahópi, so hevur tú møguleika at søkja eitt av leysu størvunum hjá okkum.

Vit søkja eftir 2-3 læraraum í tíðaravmarkað starv frá 01.08.2026 – 31.07.2027.

Okkum tørvar lærarar, ið kunnu vera flokslærarar í grunddeild og undirvísa grund- og miðdeild í støddfrøði, føroyskum, enskum, donskum, søgu, náttúru og tøkni, ítrótti, svimjing og handaligum lærugreinum, og at undirvísa hádeild í enskum, týskum, samfelagsfrøði og søgu. Eisini tørvar okkum lærara, ið kann undirvísa á sertilboðnum, Pallurin.

Tey, ið sett verða, skulu undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við starvsfólk skúlans, taka lut í dagliga virksemi skúlans innan teir karmar, ið virðisgrundarlag skúlans ásetir.

Førleikakrøv
Umsøkjari skal hava læraraútbúgving og førleika í viðkomandi lærugreinum. Tó kunnu umsøkjarar, ið fáa prógv í summar, søkja á jøvnum føti við tey, ið longu hava lokið prógv.

Lønar- og setanartreytir
Størvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tann, ið settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan. Starvið verður lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2, sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið.

Barnaváttan verður kravd í sambandi við allar setanir í Sørvágs skúla.

Umsóknir, við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum, skulu sendast til Sørvágs skúla, Skúlavegi 13, 380 Sørvági - dania.niclasen@skulin.fo - og vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 4. juni, 2026 kl. 12.00.
Meiri fæst at vita við at seta seg í samband við Daniu Niclasen, skúlastjóra, á tlf. 233221 ella á t-post: dania.niclasen@skulin.fo. Sí annars heimasíðu skúlans.

Lærarastarv til serskúlatilboðið Pallin í Vágum
Vit søkja eftir lærara til tíðaravmarkað starv frá 01.08.2026 – 31.07.2027.

Pallurin er eitt serskúlatilboð í Sørvágs skúla, við eini eind í Skúlanum á Giljanesi, tað er hesa eind talan er um.

Skúlatilboðið hoyrir undir skipanina um serflokk. Skúlatilboðið er eitt undirvísingartilboð, har veitt verður serundirvísing, sernámsfrøðilig átøk og sernámsfrøðiligur stuðul. Málbólkurin er næmingar í fólkaskúlanum, ið ikki fáa nøktandi skúlatilboð í vanligu skipanini í fólkaskúlanum. Skúlatilboðini eru staðsett í skúlunum fyri at tryggja, at næmingar í skúlatilboðunum eftir tørvi og førleika kunnu vera
partur av bæði undirvísingarliga og sosiala partinum í gerandisdegnum í skúlanum.

Starvsfólkini arbeiða í sjálvstýrandi toymum og skipa seg sjálv í samstarvi við allar partar. Í tøttum samstarvi við foreldrini, er tilboðið nógvum næmingum at gagni. Toymissamskipanir hava dagligu og fakligu leiðsluna og ábyrgdina av arbeiðinum á Pallinum.

Tann, ið settur verður, skal:

  • Hava fólkaskúlalæraraprógv
  • Kunna undirvísa grunddeild og miðdeild, í fleiri lærugreinum, tó verður serliga hugsa um í
    støddfrøði
  • Vera fyrikomandi og hava jaligan hugburð mótvegis næmingunum
  • Hava áræði at taka ábyrgd
  • Duga at samstarva í toymum
  • Duga at hugsa uttanfyri rammur – hugsa kreativt
  • Vera fleksibul, tí samstarv er í millum báðar eindirnar, í Srøvágs skúla og í skúlanum á Giljanesi

Lønar- og setanartreytir
Setanarøkið er í skúlanum á Giljanesi. Starvið verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so, at tann, ið settur verður, er tænastumannasettur frammanundan.

Lærarastarvið er lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokki 18.1-29.2.

Barnaváttan verður kravd í sambandi við setanina.

Umsóknir við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum skulu stílast til Sørvágs skúla, Skúlavegi 13, 380 Sørvági – dania.niclasen@skulin.fo - og verða skúlanum í hendi í seinasta lagi 4. juni 2026, kl. 12.00.

Meira fæst at vita við at seta seg í samband við Daniu Niclasen, skúlastjóra, á tlf. 233221 ella á t-post: dania.niclasen@skulin.fo.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið