Tekniski Skúlin í Klaksvík
Útgivið
22. april 2024
Útgongur
17. maj 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit sóknast eftir undirvísara til úbúgvingarnar Kost & Føðsluatstøðari og Kost & Føðsluhjálpari, sum eru skipaðar eftir kunngerð nr. 125 frá 21. august 2017.

Starvið verður sett frá 12. august í ár.

Førleiki
Umsøkjarar skulu hava útbúgving sum kost- og føðsluatstøðari ella við samsvarandi førleika, kenna til Microsoft-forrit og hava góð evni til samstarv og undirvísing. Undirvísingarførleikin er ásettur í kunngerð nr. 25 frá 6. mars 2001 um undirvísingarførleika á yrkisskúlum.

Av tær sum undirvísara vænta vit, at tú

- kanst fyriskipa og avrika undirvísingina sjálvstøðugt,
- ert eldhugað/ur, opin og jalig/ur,
- hevur góð evni at samskifta munnliga og skrivliga,
- hevur góð evni til samstarv og trívist væl millum ung, næmingar og onnur starvsfólk og
- trívist í tvørfakligum samstarvi og luttøku í toymisarbeiði

Setanartreytir
Setanartreytir eru eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Tekniska Lærarafelag. Námsfrøðilig útbúgving skal væntandi takast innan tvey ár.

Umsókn
Umsóknin skal sendast skúlastjóranum á teldupostadressuna runih@tsk.fo - í seinasta lagi 17. ' mai 2024.

Lærarin tekur við starvinum 12. august 2024.

Eru spurningar um starvið, ber til at venda sær til Magnus Norðberg, deildarleiðara á Matvørudeildini (magnusn@tsk.fo)  'ella Rúna Heinesen, skúlastjóra.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið