Tekniski Skúlin í Klaksvík
Útgivið
22. april 2024
Útgongur
6. maj 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit sóknast eftir einum avloysara til serligt skipað skúlatilboð frá 12. august 2024 til 30. juni 2025.
Yvir skúlaárið er setanarbrøkurin 0,6 av einum ársverki.
Serbreytin er skipað eftir kunngerð nr. 36 frá 4. apríl 2017 um serliga skipað skúlatilboð.


Førleiki

Útbúgvingarkrøvini til starvsfólk á Serbreytini eru læraraútbúgving, námsfrøðingaútbúgving ella hægri útbúgving innan sernámsfrøðiliga økið og hóskandi yrkisfakligar førleikar.
Til hetta starvið er læraraútbúgving við støddfrøði sum linjugrein ein fyrimunur.


Av tær vænta vit, at tú

- kanst fyriskipa og avrika undirvísingina sjálvstøðugt,
- ert eldhugaður, opin og jaligur,
- hevur góð evni at samskifta munnliga og skrivliga,
- hevur góð evni til samstarv og trívist væl millum ung, næmingar og onnur starvsfólk og
- trívist í tvørfakligum samstarvi og luttøku í toymisarbeiði


Setanartreytir

Setanartreytir eru eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Tekniska Lærarafelag.


Umsókn

Umsóknin skal sendast skúlastjóranum á teldupostadressuna runih@tsk.fo í seinasta lagi 6. mai 2024.

Lærarin tekur við starvinum 12. august 2024.
Eru spurningar um starvið, ber til at venda sær til Arnfinn Nesá, samskipara (arnfinnurn@tsk.fo), ella Rúna Heinesen, skúlastjóra.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið