Lýsing
Lærari til Ljósástovu
Okkum tørvar ein lærara til Ljósástovu skúlaárið 2026/27.
Talan er um eitt fast starv við starvsbroti 1,0.
Frágreiðing um skúlatilboðið Ljósástova
Skúlatilboðið hoyrir undir serflokkaskipanina og er eitt samstarv millum Sernám og Skúlan á Argjahamri.
Ljósástova er eitt undirvísingartilboð, har næmingar fáa serundirvísing, sernámsfrøðilig átøk og sernámsfrøðiligan stuðul.
Tilboðið er ætlað næmingum í fólkaskúlanum, sum ikki fáa eitt nøktandi skúlatilboð í vanligu fólkaskúlaskipanini.
Í løtuni ganga 15 næmingar í Ljósástovu.
Førleikakrøv
Okkum tørvar ein útbúnan lærara.
Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarar hava arbeiðsroyndir á serøkinum.
Okkum tørvar ein lærara, sum:
- er fyrikomandi og jaligur
- hevur breitt menniskjasýni
- hevur áræði at taka ábyrgd
- dugir væl at samstarva í toymum
- dámar avbjóðingar og dugir at hugsa kreativt
Lønar- og setanartreytir
Setanarstaðurin er Skúlin á Argjahamri.
Starvið verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.
Lærarastarvið er lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokki 18.1–29.2.
Umsóknir
Umsóknir við avritum av prógvum, CV og møguligum ummælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi:
Fríggjadagin 5. juni kl. 13.00.
Fleiri upplýsingar fáast við at seta seg í samband við Marin Sigvaldsdóttir Bláberg, skúlastjóra:
Telefon: 224240
Teldupostur: marin.sigvaldsdottir@skulin.fo
Ljósástova
Skúlin á Argjahamri
Áin og vatnið sunnanfyri Skúlan á Argjahamri eita Ljósá. Staðið verður nógv vitjað av skúlanum.
Navnið umboðar ljósið, hesi børnini eru, og tað ljós, ið verður veitt teimum í Ljósástovu.