Almannaverkið
Útgivið
8. april 2024
Útgongur
18. april 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Um starvið

Almannaverkið søkir eftir leiðara til eindina Barnaverndarstovnar. Leiðarin kemur at vísa til eindarleiðaran og verður partur av einum leiðslutoymi, sum er eindarleiðari og fýra leiðarar.

Leiðarin kemur at leiða virksemið í Bú- og viðgerðarstovnunum í Grásteinsgøtu 2c og 2d. Starvið er fulla tíð og verður sett skjótast gjørligt, ella eftir nærri avtalu.

Arbeiðsuppgávur og ábyrgd
Vit leita eftir einum sjónligum, nærverandi og fakliga dugnaligum leiðara

Bú- og viðgerðarstovnarnir Grásteinsgøtu 2c og 2d veita sosialnámsfrøðiliga viðgerð og umsorgan í tryggum og heimligum umhvørvi. Í viðgerðini verður dentur lagdur á sernámsfrøðiliga strimbran, og at gerandisdagurin er merktur av strukturi, forútsigiligheit og týðiligheit.

Høvuðsuppgávan hjá leiðaranum er at tryggja at børnini og tey ungu skulu fáa umsorgan og viðgerð á høgum stigi.

Leiðarin skal somuleiðis viðvirka til góðan trivna og at starvsfólkini fáa eitt fakligt spennandi arbeiðspláss við greiðum arbeiðsgongdum, sum tryggja dygdina á stovninum

Uppgávurnar og ábyrgdin er lýst í leiðaraprofilinum her

Leinkið til lýsingina á okkara heimasíðu er

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið