Betri Trygging
Útgivið
3. februar 2024
Útgongur
4. marts 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit sóknast eftir royndum, nærløgdum og virkisfúsum løgfrøðingi til Stjórnarskrivstovuna hjá Betri Trygging. Vilt tú hava spennandi avbjóðingar, hugsavna teg um fakuppgávur og veita fyritøku, stjórn og nevnd holla ráðgeving, er hetta starvið helst júst nakað fyri teg

Starvið inniber millum annað, at:

  • ráðgeva stjórn og nevnd
  • umsita og hava ábyrgd av tryggingartreytum
  • veita øllum deildum í húsinum løgfrøðiliga ráðgeving
  • vera sparringspartnari í ymsum tryggingar- og løgfrøðimálum
  • samskifta við myndugleikar
  • vera kæruviðgeri
  • umsita sáttmálar o.l.

Tað, tú kanst vænta av starvinum:
Starvið er fulltíðarstarv, sum eggjar tær til at fara í dýpdina við tíni vitan um løgfrøði og at finna bestu loysnirnar. Tú fært ábyrgd og fert at standa á odda fyri at halda tryggingartreytirnar hjá felagnum við líka – og menna tær.
Eisini verður tú partur av tvørgangandi løgfrøðiliga toyminum í Betri Trygging, og tú fært góðar møguleikar fyri vitanardeiling og sparring.

Vit vænta, at tú:

  • hevur løgfrøðiligt kandidatprógv (cand.jur.)
  • hevur áhuga fyri tryggingarrætti
  • hevur viðkomandi arbeiðsroyndir
  • dugir at arbeiða sjálvstøðugt og miðvíst
  • hevur góð samstarvsevni
  • dugir væl at samskifta á føroyskum og donskum máli
  • hevur áræði at ganga nýggjar leiðir og slóða fyri
  • trívist, har tað til tíðir kann vera nógv at gera

Tú kanst vænta:

  • Eitt gott og avbjóðandi starv við kappingarførari løn, góðum setanartreytum, sjálvstøðugum arbeiðsøki og góðum møguleikum fyri støðugari førleikamenning.
  • Partvís møguleika fyri at byggja starvið upp og mynda tað frameftir.
  • Dugnaligar starvsfelagar og eitt umhvørvi, har vit eru fryntlig, hjálpsom, rúmlig og ikki minst geva rúm fyri skemti í gerandisdegnum.
  • Starvsstað á Kongabrúnni við góðari kantinu og atgongd til vælumtókta fitnesshølið á staðnum.
  • Starvið verður sett skjótast til ber - ella tá rætti umsøkjarin er funnin.

Um Stjórnarskrivstovuna:
Á Stjórnarskrivstovuni starvast fýra dugnalig starvsfólk, sum taka sær av løgfrøðiligari ráðgeving, samskipan, nevndarfyrireiking og øðrum umsitingarligum uppgávum. Eisini hevur deildin um hendi Compliance og DPO funktiónirnar. Stjórnarskrivstovan røkir harumframt uppgávur fyri Umboðsráðið, Ognarfelag Tryggingartakaranna, Betri Stuðul, Betri Holding og Betri Pensjón.

Samband:
Hevur lýsingin av starvinum fangað tín áhuga, send okkum so tína umsókn við lívsrensli og avriti av prógvum til starv@trygging.fo í seinasta lagi 4. mars 2024.

Hevur tú spurningar, kanst tú seta teg í samband við Barbaru á Tjaldrafløtti, leiðara á Stjórnarskrivstovuni 548 799 / bat@trygging.fo ella Rannvá Justinussen, HR-leiðara, á 548 575 / rju@trygging.fo

Vit gleða okkum at frætta frá tær.

Við skákskrift niðast

Høvuðssætið hjá Betri Trygging er á Kongabrúnni í Havn, og hartil eru smærri deildir kring landið. Vit tátta í 100 starvsfólk tilsamans - hvør við okkara serkunnleika. Vit virða fakligheit, trivnað og menning - og eisini tað góða lagið. Vit eru partur av Betrisamtakinum, sum tú kanst lesa meira um her: www.betri.fo.

Vilt tú hava eina breiðari mynd av Betri Trygging, kanst tú lesa meiri á sosialu miðlum okkara:

Heimasíða: www.betri.fo/trygging vel “Um okkum”

Facebook: Betri Trygging

Instagram: @betritrygging)

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið