Kappingareftirlitið
Útgivið
9. juni 2026
Útgongur
15. juli 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Kappingareftirlitið søkir eftir einum løgfrøðingi at byrja skjótast til ber.

Kappingareftirlitið umsitur kappingarlógina og arbeiðir fyri virknari kapping til gagns fyri bæði fyritøkur og brúkarar. Fyrisitingarliga er Kappingareftirlitið skipað saman við Vinnustovninum.

Starvið

Starvið fevnir í høvuðsheitum um:

  • Málsviðgerð í málum um møgulig brot á kappingarlógina
  • Málsviðgerð í samband við samanleggingar
  • Málsviðgerð í málum um almenna kappingaravlaging ella kappingaravlagandi almennan stuðul
  • Luttøku í norðurlendskum arbeiðsbólkum innan kappingarrætt
  • Lógarsmíð
  • Skriva vegleiðingar og líknandi tilfar

Førleikar

Vit vænta, at tú hevur eina 5 ára útbúgving í løgfrøði, til dømis embætisprógv í løgfrøði frá lærdum háskúla.

Harumframt vænta vit, at tú:

  • Hevur góð samstarvsevni
  • Tekur ábyrgd
  • Er røkin og skipað/-ur
  • Dugir at arbeiða sjálvstøðugt

At arbeiða á Kappingareftirlitinum

Á Kappingareftirlitinum verður dentur lagdur á høgt fakligt støði. Tí eggja og stuðla vit starvsfólkum okkara at menna sínar førleikar.

Tann setti fær góðar skeiðs- og eftirútbúgvingarmøguleikar og fer at luttaka í samstarvinum millum norðurlendsku kappingarmyndugleikarnar.

Løgfrøðiligu uppgávurnar krevja hollan kunnleika til kappingarrætt, fyrisitingarrætt og revsirætt. Tolsemi og dirvi eru týðandi eginleikar, tí málini ofta ganga yvir fleiri ár og verða roynd á fleiri rættarstigum.

Sum starvsfólk á Kappingareftirlitinum verður tú eitt av 4 starvsfólkum. Harafturat verður tú partur av starvsfólkahópinum hjá Vinnustovninum, sum telur umleið 40 fólk.

Setanartreytir

Setanartreytir verða eftir galdandi sáttmála við BLF ella annað avvarðandi fakfelag.

Umsókn

Umsókn, lívsrensl og prógv skulu sendast til:

kapping@kapping.fo

Umsóknarfreist: 15. juli 2026

Fleiri upplýsingar

Ynskir tú at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við:

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið