Útgivið
18. juli 2022
Útgongur
17. august 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Umhvørvisstovan søkir starvsfólk til deildina Vernd. Talan er um fjølbroytt og avbjóðandi starv innan umhvørvisøkið,  verður sett skjótast til ber.

Deildin arbeiðir við náttúru- og umhvørvisvernd. Okkara visjón leggur m.a. dent á,

  • at verja og varðveita margfeldið í náttúruni,
  • at fremja burðardygga framleiðslu og endurnýtslu,
  • at fyribyrgja og avmarka dálking frá virkjum og virksemi, eitt  ídnaði, aling, skipum og øðrum virksemi á landi og á sjónum,
  • og at okkara avgerðir byggja á bestu tøku vitanina og haldgóðar fyrisitingarligar mannagongdir.

Starvið
Starvið er fjølbroytt og avbjóðandi, og fevnir m.a. um

  • at gera umhvørvisgóðkenningar til dálkandi virki og virksemi og hava eftirlit við virkjum, eitt  orkuverkum, viðgerð av burturkasti o.ø.
  • at viðgera umhvørvisárinsmetingar í sambandi við útbyggingar á orkuverkum, havnarløgum o.ø.,
  • at gera hagtøl og uppgerðir,
  • at vegleiða borgarar, virki og kommunur í umhvørvisviðurskiftum,
  • at vera við í norðurlendskum og altjóða arbeiðsbólkum um náttúru- og umhvørvisviðurskifti.

Talan kann eisini verða um aðrar uppgávur treytað av førleikum og áhuga.

 

Førleikar
 hevur útbúgving sum umhvørvisverkfrøðingur, verkfrøðingur, lívfrøðingur ella líknandi.  kanst arbeiða tvørfakliga og við fjølbroyttum uppgávum. Kunnleiki og áhugi fyri náttúru- og umhvørvisvernd og tøkni eins og royndir frá almennari fyrisiting eru fyrimunir.

 hevur góðar málsligar førleikar í føroyskum, norðurlendskum og enskum. Tað er umráðandi, at  dugir væl at orða teg skrivliga.  hevur góðar telduførleikar og koyrikort til bil.

Umsókn
Skrivlig umsókn, saman við prógvum og øðrum viðkomandi skjølum, skal sendast við telduposti til starv@us.fo og vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi 15. august 2022 viðmerkt ’Málsviðgeri til Vernd"

Starvið verður flokkað sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Katrin Haraldsdóttir Jensen, virkandi deildarleiðara á Vernd ella til Sigurð í Jákupsstovu, stjóra.

Um vernd
Við støði í umhvørvisverndarlógini, havumhvørvisverndarlógini, parti av elveitingarlógini og viðkomandi kunngerðum arbeiðir deildin Vernd við náttúru- og umhvørvismálum í breiðum høpi, eitt  at veita umhvørvisgóðkenningar til dálkandi virkir og at hava eftirlit við teimum, viðgera árinsmetingar, viðgera spillivatnsætlanir hjá kommunum og saman við kommununum at samskipa fyribyrging og týning av rottu. Vernd ger eisini uppgerðir av útláti av vakstrarhúsgassi fyri Føroyar umframt gransking og skráseting av dálkandi evnum í náttúruni. Deildin luttekur í lógararbeiði saman við ráðnum, luttekur í norðurlendskum og altjóða samstarvi innan fyrisiting og gransking á náttúru- og umhvørvisøkinum og samskipar norðurlendskt arbeiði innan náttúruvernd. Á deildini eru 12 starvsfólk.​

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið