Landssjúkrahúsið
Útgivið
22. april 2024
Útgongur
30. april 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Diagnostiski Depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir radiografi til Røntgendeildina til setan 15. Mai 2024, ella eftir n 'ærri avtalu.

Talan er um eitt fulltíðarstarv, har tú kemur at arbeiða á Landssjúkrahúsinum og Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Møguleiki er at gerast partur av vaktartoyminum á Røntgendeildini á Landssjúkrahúsinum, um ynski er um tað, og krevur tað upplæring í øðrum modalitetum.

Um okkum
Á Landssjúkrahúsinum arbeiða umleið 1100 starvsfólk, harav umleið 25 eru staðsett á Røntgendeildini – 1 deildarleiðari, 4 røntgenlæknar, 14 radiografar og 4 læknaskrivarar.

Deildin ger umleið 39.000 kanningar um árið, sum verða ávístar av sjúkrahús- og kommunulæknum, og samstarvar við onnur sjúkrahús bæði innan- og uttanlands. Eisini verða ávísar kanningar sendar uttanlands at verða beskrivaðar.

Um teg Tú hevur áhuga og árræði at bjóða teg fram at arbeiða á eini spennandi deild, har tú arbeiðir tætt saman við fakliga dugnaligum starvsfeløgum, og kemur at gera MR-skanningar á Røntgendeildunum á Landssjúkrahúsinum (1,5T) og Klaksvíkar Sjúkrahúsi (3T).

Tú hevur áhuga fyri radiografarbeiðinum, og hevur hug og vilja at geva títt íkast, bæði fakliga og socialt, so vit saman skapa eitt gott arbeiðsumhvørvi og trivnað á báðum deildunum.

Røntgendeildin ger hesar kanningar

  • Konventionellar kanningar
  • CT-skanningar
  • MR-skanningar
  • Ultraljóðkanningar
  • Mammografi/Screening

Førleikakrøv

  • Radiografur (danska autorisatión)
  • Góð samstarvsevni
  • At miðla vitan bæði á deplinum og til aðrar samstarvsfelagar

Vit bjóða

  • Eitt spennandi arbeiðsumhvørvi við ymisum uppgávum
  • Fakligar kompetentar og virknar starvsfelagar
  • Positivt tvørfakligt samstarv

Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum Radiografar í Føroyum/Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Nærri kunning fæst við at ringja til deildarleiðaran Lisu Frederiksberg, tel 304500, lokal 5507.

Umsóknarfreistin er tann 30. apríl 2024

Vinaliga søk starvið her.

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú síggja okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”Um stovnin”.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið