Lýsing
Størv í sertilboði á Skúlatrøð
Hesi størv verða lýst leys at seta frá 1. august 2026:
- 2 føst størv á uml. 1232 árstímar (setanarbrot 0,7) í sertilboði
- 2 tíðaravmarkað størv frá 1. august 2026 til 31. juli 2027 á uml. 1232 árstímar (setanarbrot 0,7) í sertilboði
- 3 tíðaravmarkað størv frá 1. august 2026 til 31. juli 2027 á uml. 440 árstímar (setanarbrot 0,25) í sertilboði
Førleikakrøv
Námsfrøðingur ella royndir sum námsfrøðiligur stuðul.
Harafturat leggja vit dent á, at námsfrøðingarnir:
- Vilja arbeiða eftir virðisgrundarlagi og visión skúlans
- Vilja arbeiða eftir ásetingini til sjálvstýrandi toymi
- Vilja samstarva við starvsfólkum skúlans við at fyrireika, gjøgnumføra og eftirmeta menning næminganna
- Vilja samstarva í sjálvstýrandi toymum og í flokstoymum skúlans
- Vilja førleikamenna seg innan co-teaching og onnur viðkomandi økir
- Eru fyrikomandi og sýna jaligan hugburð mótvegis næmingunum
- Hava áræði til at taka ábyrgd
- Eru stundislig og nærløgd
Lønar- og setanartreytir
Størvini eru sáttmálasett og verða lønt sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið.
Størvini verða flokkað í 13, 15, 17, 19, 21, 23 og 24.
Hjálparfólk verða flokkað í lønarflokkunum 3-9.
Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.
Umsóknir
Umsóknir við hugarensli, avritum av prógvum og møguligum viðmælum skulu verða skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 5. juni 2026 kl. 15.00.
Umsóknir kunnu sendast umvegis teldupost til:
Ella sendast til:
Á Skúlatrøð
att: Jónleif Johannesen, skúlastjóri
Skúlavegur 6
FO-700 Klaksvík
Nærri kunning um størvini fæst við at venda sær til Jónleif Johannesen, skúlastjóra, á tlf. 780202 ella senda teldupost til:
Komandi skúlaár ganga 770 næmingar í 1.–10. flokki á Skúlatrøð. Av hesum ganga uml. 60 næmingar á serdeild skúlans. 80 lærarar og 12 námsfrøðingar arbeiða í skúlanum.
Meiri kunning um skúlan sæst á: