Lýsing
- 1 námsfrøðingi at starvast 880 árstímar (lønarbrot 0,5). Starvið er tíðaravmarkað skúlaárið 2026-2027.
- 1 námsfrøðiligum stuðulsfólki at starvast 880 árstímar (lønarbrot 0,5). Starvið er tíðaravmarkað skúlaárið 2026/2027
Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarar hava viðkomandi arbeiðsroyndir.
Arbeiðsuppgávurnar eru m.a. at stuðla næmingi/um í flokkunum og einsæris.
Tey, ið sett verða skulu:
- virka eftir endamáli skúlans, ið er trivnaður, ábyrgd og læra
- undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiði skúlans duga at samstarva
- vera fús at taka á seg tær uppgávur, ið eru í skúlanum
- vera við til áhaldandi at menna skúlan
- vera stundislig og nærløgd
Lønar – og setanartreytir:
Størvini eru sáttmálasett størv sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið.
Námsfrøðingar verða løntir í lønarflokki 11 – 24.
Hjálparfólk verða lønt í lønarflokki 3 – 9.
Tey, ið sett verða, eiga at tola broytingar starvinum viðvíkjandi.
Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.
Meira kann fáast at vita um starvið frá skúlastjóranum Tom Joensen á tel. 740470.
Umsóknir, saman við c.v. og prógvum skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi hósdagin 4. juni 2026 kl. 12.00. Umsóknir kunnu sendast til tom.joensen@skulin.fo ella Eiðis skúli, Kolsvegur 8, 470 Eiði.