Runavíkar Kommunuskúli
Lýsing
- 2 tíðaravmarkað størv í skúlanum á 880 árstímar (lønarbrot 0,5). Endaliga tímatalið og setanin til tað eina tíðaravmarkaða starvið verður ikki ásett fyrr enn eftir 1. oktober 2026.
Arbeiðsuppgávurnar eru at stuðla næmingum í gerandisdegnum. Annað starvið er í innskúlingini og hitt í miðdeildini. - 1 tíðaravmarkað starv í Sertoyminum á 1496 árstímar (lønarbrot 0,85). Endaliga tímatalið og setanin verður ikki ásett fyrr enn eftir 1. oktober 2026. Í sjálvstýrandi toymi er uppgávan at ráðleggja, gjøgnumføra og eftirmeta skúladagin hjá næmingunum. Undirvíst verður út frá einstaklingalæruætlanum.
Søkt verður eftir starvsfólki, sum:
- undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiði skúlans
- áhaldandi vilja menna seg sjálvan og skúlan
- duga væl at samstarva og samskifta
- eru fús og hugað fyri toymisarbeiði
- tola tillagingar í starvinum
- eru rúmlig og hava ein jaligan hugburð mótvegis næmingunum
- vilja fevna ymiskleikan og styrkja felagsskapin
Fyrimunur er, um umsøkjarin er námsfrøðingur og/ella hevur royndir sum námsfrøðiligur stuðul.
Lønar- og setanartreytir
- Setanarøkið er skúlarnir, sum hoyra til Runavíkar kommunuskúla.
- Tey, ið sett verða, eiga at tola broytingar starvinum viðvíkjandi.
- Námsfrøðiligu størvini eru sáttmálasett størv sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið.
- Námsfrøðingar í skúlanum eru løntir í lønarflokki 11-24.
- Námsfrøðingar í Sertoyminum eru løntir í lønarflokki 13-24.
- Hjálparfólk í skúlanum eru lønt í lønarflokki 2-8.
- Hjálparfólk í Sertoyminum eru lønt í lønarflokki 3-9.
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvum, C.V. og møguligum ummælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi hósdagin 4. juni 2026 kl. 12.00.
Umsóknir skulu sendast til rks@skulin.fo.
Meira fæst at vita um størvini við at seta seg í samband við Duritu P. Joensen, skúlastjóra á tlf.
217331 ella á t-post : durita.joensen@skulin.fo