Runavíkar Kommunuskúli
Útgivið
25. maj 2026
Útgongur
4. juni 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Tíðaravmarkað starv, Faklært, Ófaklært, Partíðarstarv

Lýsing

Forskúlin Brúgvin hevur hesi størv leys at søkja:

3 tíðaravmarkað stuðulsstørv í forskúlanum (lønarbrot 0,5). Arbeiðsuppgávurnar eru at stuðla næmingum í gerandisdegnum.

Søkt verður eftir starvsfólki, sum:

  • undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiði skúlans
  • áhaldandi vilja menna seg sjálvan og skúlan
  • duga væl at samstarva og samskifta
  • eru fús og hugað fyri toymisarbeiði
  • tola tillagingar í starvinum
  • eru rúmlig og hava ein jaligan hugburð mótvegis næmingunum
  • vilja fevna ymiskleikan og styrkja felagsskapin
  • Fyrimunur er, um umsøkjarin er námsfrøðingur og/ella hevur royndir sum námsfrøðiligur stuðul.

Lønar- og setanartreytir
Setanarøkið er skúlarnir, sum hoyra til Runavíkar kommunuskúla.
Tey, ið sett verða, eiga at tola broytingar starvinum viðvíkjandi.

Námsfrøðiligu størvini verða lønt av Runavíkar kommunu sambært sáttmála millum
Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Námsfrøðingar eru løntir í lønarflokki 13-24 og hjálparfólk í 2-8.

Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.

Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvum, C.V. og møguligum ummælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi hósdagin 4. juni 2026 kl. 12.00.
Umsóknir skulu sendast til rks@skulin.fo.

Meira fæst at vita um størvini við at seta seg í samband við Duritu P. Joensen, skúlastjóra á tlf. 217331 ella á t-post : durita.joensen@skulin.fo

 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið