Skúlin á Argjahamri
Útgivið
25. maj 2026
Útgongur
5. juni 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Tíðaravmarkað starv, Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv, Partíðarstarv

Lýsing

Námsfrøðingur til Ljósástovu

Okkum tørvar ein námsfrøðing í tíðaravmarkað starv í Ljósástovu skúlaárið 2026/27.

Starvsbrotið er 0,85.

Frágreiðing um skúlatilboðið Ljósástova

Skúlatilboðið hoyrir undir serflokkaskipanina og er eitt samstarv millum Sernám og Skúlan á Argjahamri.

Ljósástova er eitt undirvísingartilboð, har næmingar fáa serundirvísing, sernámsfrøðilig átøk og sernámsfrøðiligan stuðul.

Tilboðið er ætlað næmingum í fólkaskúlanum, sum ikki fáa eitt nøktandi skúlatilboð í vanligu fólkaskúlaskipanini.

Førleikakrøv

Okkum tørvar ein útbúnan námsfrøðing.

Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarar hava arbeiðsroyndir á serøkinum.

Okkum tørvar ein námsfrøðing, sum:

  • Er fyrikomandi og jaligur
  • Hevur breitt menniskjasýni
  • Hevur áræði at taka ábyrgd
  • Dugir væl at samstarva í toymum
  • Dámar avbjóðingar og hugsar kreativt

Lønar- og setanartreytir

Setanarstaðurin er Skúlin á Argjahamri.

Námsfrøðiligu tímarnir verða løntir sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag.

Barnaváttan verður kravd í sambandi við setanina.

Umsóknir

Umsóknir við avritum av prógvum, ferilslýsing/CV og møguligum ummælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi:

Fríggjadagin 5. juni kl. 13.00

Fleiri upplýsingar fáast við at seta seg í samband við:

Marin Sigvaldsdóttir Bláberg, skúlastjóri
Telefon: 224240
Teldupostur:
marin.sigvaldsdottir@skulin.fo

Ljósástova

Áin og vatnið sunnanfyri Skúlan á Argjahamri eita Ljósá. Staðið verður nógv vitjað av skúlanum. Navnið umboðar ljósið, hesi børnini eru, og tað ljós, ið verður veitt teimum í Ljósástovu.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið