Lýsing
Rørsmiðja okkara bjóðar seg at taka fleiri lærlingar í læru.
Starvið sum rørsmiðjulærlingur hjá okkum er eitt avbjóðandi lærupláss, tí rørsmiðja okkara átekur sær uppgávur av øllum slag, soleiðis at tú í lærutíðini fær royndir innan flestu rørsmiðjuøkini.
Vit síggja fyri okkum, at rætti umsøkjarin er ein, sum skilir týdningin av góðum handverki. Vit vóna at fáa enn ein dugnaligan og nærlagdan lærling, sum við ídni fer til verka. Tað er gott, um tú hevur koyrikort, men ikki eitt krav.
Afturfyri so bjóða vit eitt lærupláss við nógvum dugnaligum starvsfelagum, sum eru førir fyri at hjálpa tær fakliga, tá ið á stendur. Meðan tú er í læru, so fara vit at tryggja, at tú kemur runt í okkara fyritøku, og lærir alla breiddina av rørsmiðju yrkinum. Lærutíðin fer uttan iva at avbjóða teg, og hevur tú hugin og áræði, so eru nógvir møguleikar hjá Mariu Poulsen eftir lærutíðina, til at fáa nýggjar og enn størri avbjóðingar sum frá líður.
Lærutíðin er fýra ár, og skúlagongdin er á Glasir.
Um tú vil vita meira, so er tú vælkomin at ringja til Jón Samuelsen tlf71 20 20 fyri at hoyra nærri um størvini.
Starvið verður sett, so skjótt tann rætti søkir, og umsóknir kunnu sendast tilkd@mp.fo
Um Mariu Poulsen
Maria Poulsen er millum elstu fyritøkur í landinum og størsti heildarveitari innan HVS í Føroyum. Okkara royndir tey seinastu 170 árini, hava gjørt okkum til tann størsta hvs veitaran í Føroyum. Vit bjóða heildarloysnir innan hitavekslarar, kloakk, vatn, sanitet, ventilatión og baðirrúmmøblar. Tað starvast um 50 starvsfólk hjá Mariu Poulsen, 14 av hesum eru í handli okkara á Hálsi.