Útgivið
7. juni 2021
Útgongur
22. juni 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Samskipari til mentanar- og trivnaðarøkið

Eitt áhugavert, fjølbroytt og sjálvstøðugt starv sum ráðgevi og samskipari er leyst at søkja til mentanar- og trivnaðarøkið í Vága kommunu. Talan er um eitt nýtt starv og fær tann setti tí møguleikan, í stóran mun, at verða við til at mynda starvið sjálv/ur.

Starvið
Talan er um eitt fulltíðarstarv, og eru uppgávurnar nógvar og ymiskar. Samskiparin hevur m.a. ábyrgdina av, at samskipa og verða toghaldari á verkætlanum innan økið, at ráðgeva og vegleiða innan økið, at taka lut í arbeiðsbólkum, at málsviðgerða og fyrireika mál til, og verða skrivari, hjá Mentanar- og trivnaðarnevndini, at røkja aðrar fyrisitingarligar og samskipanar uppgávur v.m. Samskiparin skal tryggja, at nevndu uppgávur verða loystar á einum høgum fakligum stigi. Arbeiðstíðin kann til tíðir verða skiftandi og broytingar í uppgávum á málsøkinum kunnu koma fyri.

Førleikakrøv
Vit vænta at tú:

  • hevur útbúgving frá lærdum háskúla t.d. samfelagsfrøði ella aðra viðkomandi útbúgving
  • ert væl fyri í føroyskum, norðurlendskum og enskum, í skrift og talu.
  • hevur politiskt tev
  • hevur royndir innan ráðgeving og samskipan, helst á mentanar- og trivnaðarøkinum
  • hevur góðar telduførleikar

Royndir frá almennari fyrisiting og royndir at arbeiða við journalskipanini 360 eru ein fyrimunur, men ikki eitt krav.

Vit bjóða
Eitt spennandi starv við nógvum skiftandi uppgávum. Tú kemur at arbeiða í einari jaligari umsiting har eingin dagur er líka, og har góðir møguleikar eru fyri bæði persónligari og fakligari menning.

Lønar- og setanarviðurskifti
Talan er um fulltíðarstarv, sum verður lønt sbrt. sáttmála millum avvarandi yrkisfelag og Kommunala arbeiðsgevarafelagið/fíggjarmálaráðið. Setanarøkið er Vága kommuna og starvsstaðurin er á býráðsskrivstovuni í Sandavági.

Umsókn
Umsókn við prógvum, CV og møguligum viðmælum, skulu sendast til: Vága kommuna, Hammershaimbsvegur 1, FO-360 Sandavágur. Ella til vaga@vaga.fo. Umsóknin skal verða Vága kommunu í hendi í seinasta lagi týsdagin 22. juni kl. 12.00.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Jóhan Hendrik Ellefsen, kommunustjóra á teldupost jhe@vaga.fo ella telefon 79 44 08.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið