Runavíkar Kommuna
Útgivið
13. november 2023
Útgongur
3. december 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Talan er um eitt nýtt starv, sum skal vera við til at menna umsitingina í Teknisku deild soleiðis, at politikarar, borgarar og vinnulív kunnu fáa best møguliga tænastu frameftir.

Samskiparin vísir til býarverkfrøðingin og kemur at standa fyri móttøku, meting, planlegging og uppfylging av øllum málum, sum koma til Teknisku deild, í tøttum samstarvi við býarverkfrøðingin. Harumframt kemur samskiparin eisini at arbeiða við at gera skrivligar mannagongdir fyri kjarnutænasturnar hjá Teknisku deild umframt at hava ábyrgdina av skrivarauppgávum og journalisering.

Uppgávur
Týdningarmiklastu uppgávurnar hjá samskiparanum:

  • Skipa fyri stýring av øllum málum
  • Móttøka og at vera skrivari fyri býarverkfrøðingin
  • Umsita journalskipan, málrøkt og rættlestur
  • Uppfylging av býráðssamtyktum
  • Svara umbønum um alment innlit
  • Samskifta við borgarar og almennar stovnar
  • Viðvirkað til áhaldandi at menna og skipa virksemið
  • Saman við býarverkfrøðinginum at samskipa fundirnar í Byggi- og býarskipanarnevndini, Vinnu- og havnanevndini og Tøkni- og umhvørvisnevndini og at vera skrivari á fundunum.

Fakligir førleikar
Ynskiligt er, at umsøkjarar í stóran mun hava hesar fakligu førleikar:

  • Hóskandi útbúgving sum eitt nú skrivstovufólk e.l.
  • Royndir innan almenna ella kommunala fyrisiting og kenna fyrisitingarliga handverkið
  • Kunnleika og royndir við journalskipan
  • Royndir við at samskipa og stýra samlaða virkseminum hjá eini deild
  • Góð analytisk evni og góðan telduførleika
  • Kunnleika til verkætlanararbeiði
  • Duga væl at samskifta og málbera seg á føroyskum í skrift og talu

Persónligur eginleikar
Ynskiligt er at samskiparin:

  • Er framsøkin og dugir at taka ábyrgd
  • Er tænastusinnað/ur, nærverandi og týðilig/ur
  • Hevur góð evni og dámar væl at samstarva og samskifta
  • Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
  • Er røkin og hevur gott yvirlit
  • Er fyrikomandi við jaligum sinni og er opin fyri tillagingum

Løn og setan
Miðað verður eftir at starvið kann verða sett frá 1. februar 2024, ella eftir nærri avtalu. Starvið sum samskipari verður lønt sambært sáttmála millum avvarðandi felag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Umsókn og upplýsingar
Umsókn, saman við CV, mynd, avriti av prógvi og møguligum viðmæli/um,

skal vera kommununi í hendi í seinasta lagi sunnudagin hin 3.desember 2023.

Áhugaðir umsøkjarar, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu seta seg í samband við Maritu Hentze, býarverkfrøðing á tlf. 237070, ella við telduposti til: marita@runavik.fo. Víst verður eisini til heimasíðuna hjá Runavíkar kommunu: www.runavik.fo

Um Runavíkar kommunu
Runavíkar kommuna er ein kommuna í menning og broyting, har tú hevur møguleika at gera tína ávirkan galdandi. Runavíkar kommuna er triðstørsta kommuna í landinum, og búgva uml. 4.200 fólk í teimum 15 bygdunum, sum hoyra til kommununa. Á Teknisku deild, sum er eitt spennandi og fjølbroytt arbeiðspláss, starvast í løtuni 2 verkfrøðingar, 2 byggifrøðingar og 1 rakstrarleiðari, umframt býarverkfrøðingin. Harumframt hava uml. 15 starvsfólk, umvegis rakstrarleiðaran, tilknýti til Teknisku deildina.

sí lýsing her

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið