Lýsing
Til skúlaárið 2026/2027 søkir Sands skúli eftir:
- Einum lærara í tíðaravmarkað starv vegna farloyvi
Lærarastarvið eru lønt sambart avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum 18.1 – 29.2
Vit vænta av tær, at tú:
- hevur læraraútbúgving
- er fyrikomandi, vísir ein jaligan hugburð og dugir at samstarva
- vil vera við til áhaldandi at menna skúlan og teg sjálvan
- dámar avbjóðingar og torir at ganga nýggjar leiðir
- hevur áræði til at taka ábyrgd og er sjálvbjargin
Harafturat skal lærarin hava førleika at átaka sær at:
- undirvísa í flest øllum lærugreinum í 1. til 5.flokki
- verða flokslærari
Umsóknir við avriti av prógvi, cv og møguligum viðmælum skulu verða skúlanum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 26. juni 2026 kl. 12.00. Umsóknir skulu sendast til:
Sands skúli
Heimasandsvegur 96
210 Sandi
ella við telduposti til sands.skuli@skulin.fo
Meiri fæst at vita um størvini við at seta seg í samband við skúlaleiðaran, Liliuna Clementsen á tlf.254501 ella við telduposti til lilian.clementsen@skulin.fo
Tey, ið verða sett í størvini, skulu játtað, at barnaváttan verður umbiðin.
Í Sands skúla ganga 39 næmingar í 1. – 5. flokki komandi skúlaár