Landssjúkrahúsið
Útgivið
16. april 2024
Útgongur
26. april 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir einum sjúkrarøktarfrøðingi til Onkologiska ambulatorium. Talan er um eitt fast starv á starvsbrøki 0,8 at byrja 1. juni 2024 ella eftir avtalu.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum

  • Sjúkrarøkt, viðgerð, viðtalir og eftirkanningar til sjúklingar, ið eru knýttir at Onkologiska ambulatorium
  • Útinna, leiða, miðla og menna sjúkrarøktina
  • Arbeiðið fevnir eisini um vikuskiftisvaktir 4. til 6. hvørja viku á seingjadeildunum

Førleikar

  • Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Kliniskar royndir í medisinskari sjúkrarøkt
  • Fakligan áhuga innan økið
  • Góð tvørfaklig samstarvsevni
  • Prógv í medisinskari krabbameinsviðgerð
  • Góðan telduførleika
  • Vilja og evni til at brúka reflektión sum lið í menningini
  • Evni at miðla vitan skrivliga eins væl sum munnliga til starvsfelagar, sjúklingar, avvarðandi og aðrar samstarvspartar, eisini primera sektorin

Vit bjóða

  • Innleiðslu og upplæring
  • Fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
  • Gott tvørfakligt samstarv
  • Eitt dynamiskt og fjølbroytt arbeiðsumhvørvi við nógvum avbjóðingum

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til Jóhonnu Andreasen, funktiónsleiðara á, tlf. 304500, lokal 6251 ella Evu M. Holm, funktiónsleiðara á, tlf. 304500, lokal 6250.

Umsóknarfreistin er tann 26. apríl 2024.

Vinarliga søk starvið her.

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkjuni "Um okkum".

 

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið