Suðuroyar Sjúkrahús
Útgivið
13. marts 2024
Útgongur
27. marts 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingi til fast starv á skurðdeildini frá 1. maj 2024.

Talan er um fulltíðarstarv við tilkallivakt eftir galdandi reglum.

Um okkum
Suðuroyar Sjúkrahús er eitt vælvirkandi nymótans sjúkrahús, ið tekur imóti sjúklingum úr øllum Føroyum. Her starvast áleið 120 fólk í ymiskum fakbólkum.

Á skurðdeildini eru skurðstovur, skurðambulatorium, skaðastova, viðrakning og røntgen, umframt hølir til onnur endamál. Har verða umleið 400 skurðviðgerðir framdar árliga inna n sergreinarnar urologi, nýrasteinsknúsing við lasara, almen kirurgi, gastroskopi og coloskopi, ortopædkirurgi og plastikkrurgi.

Dagliga starvast yvirlæknar, skurðsjúkrarøktarfrøðingar, narkosusjúkrarøktarfrøðingar, radiografar og reingerðarfólk á skurðdeildini.

Vit vænta at umsøkjarar

  • seta tørvin hjá sjúklingunum í hásæti
  • hava hug og vilja at arbeiða við egnari fakligari menning og førleikum
  • hava góð tvørfaklig samstarvsevni og evni at arbeiða sjálvstøðugt
  • kenna ábyrgdarkenslu at skapa góðan trivna á deildini
  • hava prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • hava telduførleika – vit nýta Cosmic.

Arbeiðsroyndir á skurðdeild kunnu verða ein fyrimunur, men eru ikki ein treyt.

Vit kunnu bjóða

  • ein áhugaverdan og fjølbroyttan starvsstað saman við góðum starvsfelagum
  • eitt starv við mennandi avbjóðingum
  • skipaða innleiðslu.

Setanartreytir
Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Meira fæst at vita
um starvið við at venda sær til Agnete Vestergaard, deildarleiðara á skurðdeildini tlf. 34 33 00.

Hevur hetta vakt tín áhuga ert tú vælkomin at senda okkum eina umsókn og viðkomandi skjøl til starv@ssh.fo í seinasta lagi ónsdagin 27. mars 2024.

 

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Á heimasíðu okkara www.ssh.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”Sjúkrahúsið”.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið