Landssjúkrahúsið
Útgivið
22. december 2023
Útgongur
7. januar 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Uttanlandstænastan søkir eftir skrivstovufólki til setan frá 01. februar 2024.

Talan er um 2 størv. 1 farloyvisstarv á 0,8 fyri starvsfólk í barsil og 1 fast starv á 20 tímar um vikuna. Arbeiðstíðin er í dagtímunum millum kl. 8.00-16.00.

Endamálið hjá Uttanlandstænastuni er at miðsavna dagligu uppgávurnar í samband við, at sjúklingar fara uttanlands til viðgerðar. Endamálið er at fáa eina vælskipaða, hóskandi og skjóta sjúklingagongd. Hetta er ein týðandi uppgáva, sum vit loysa í samstarvi við starvsfeløgum á Uttanlandstænastuni, á ymisku deplunum á Landssjúkarhúsinum og øðrum samstarvsfólkum her á landi og uttanlands.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum

  • Avgreiðslu í móttøkuni
  • Ymiskar bókhaldsuppgávur, herundir eftirlit við og avgreiðsla av avrokningum fyri viðgerð v.m.
  • Umsita kautiónir og umbønir
  • Søkja um adm. cpr til sjúklingar
  • Gera avtalur um fráferðir í Kapellinum
  • Ráðgeva um og avgreiða avrokningar av útlendingum
  • Gera hagtøl fyri Uttanlandsviðgerð
  • Avgreiða ferðaendurgjald
  • Samstarva við deildir á Landssjúkrahúsinum, sjúklingavegleiðarar og - samskiparar uttanlands, sjúklingahotell og ymisk sjúkrahús uttanlands
  • Samskifta við sjúklingar og avvarðandi
  • Vegleiðing og ráðgeving um rættindi hjá sjúklingum og avvarðandi sambært galdandi kunngerð
  • Avgreiða ferðaskjøl og innkallingar
  • Verða partur av starvsfólkatoyminum, sum arbeiðir við at menna sjúklingagongdir
  • Aðrar fyrisitingarligar uppgávur á Uttanlandstænastuni

Vit bjóða

  • Eitt spennandi starv, sum tú verður við til at menna í samstarvi við onnur
  • Eitt dynamiskt, fjøllbroytt og gott arbeiðsumhvørvi
  • Tætt samstarv við ymiskar yrkisbólkar
  • Góða innleiðslu

Førleikakrøv hjá tær

  • Skrivstovuútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving
  • Royndir við fyrisitingarligum og fíggjarligum arbeiði er ein fyrimunur
  • Evni at raðfesta og leggja arbeiðið til rættis
  • Megnar at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum
  • Megnar at hava fleiri uppgávur í senn og at arbeiða skjótt, tá uppgávan krevur tað
  • Góð evni at samskifta
  • Ert opin, tænastusinnað/ur og hevur góð samstarvsevni
  • Góðan telduførleika

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið.

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ingvør Justinussen, Deildarleiðara á Uttanlandstænastuni, tlf 507672 ella teldupost ingju@ls.fo.

Umsóknarfreistin er sunnudagin 7. Januar 2024

Vinarliga søk starvið her.

Um viðkomandi, sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar, og/ella har útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA-skjalaváttan vísast, áðrenn byrjað verður í starvinum.

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visión, missión og strategimál undir leinkinum "Leys størv."

Uttanlandstænastan er ein fyrisitingarlig deild í Kliniska stápinum á Sjúkrahúsverkið Føroya við staðsetan á Landssjúkrahúsinum. Leiðarin á Uttanlandstænastuni vísir til leiðaran í Kliniska stápinum. Á Uttanlandstænastuni arbeiða sjúkrarøktarfrøðingar og skrivstovufólk í fyrisitingarligum størvum. Arbeiðsuppgávurnar eru fjøltáttaðar í mun til lógarverk og sáttmálar. Arbeiðið er ein longdur armur fyri klinisku deplarnar á sjúkrahúsunum og sjúklingarnar, sum verða ávístir av yvirlæknunum til viðgerð uttanlands. Umframt lýsingina omanfyri av starvinum sum skrivstovufólk, so eru uppgávur á Uttanlandstænastuni í mun til fígging, avgreiðslu og fyriskipan í tilrættaleggjanini av viðgerð uttanlands. Starvsfólk hjá Atlantic Airways við staðsetan á Uttanlandstænastuni eru ein náttúrligur partur av starvsfólkabólkinum.

Kliniskur Stápur
Kliniskur stápur er nýggjur í Sjúrkahúsverkinum og er samansettur av verandi og nýggjum virksemi. Yvirskipað hevur Kliniski stápurin ábyrgd av ymiskum tvørgangandi uppgávum saman við - og fyri klinisku deplarnar. Hesar uppgávur eru miðsavnaðar í kliniska stápinum, so tær stuðla undir virkseminum í samlaða Sjúkrahúsverkinum. Málið er, at Kliniski stápurin við sínum ymisku uppgávum, bæði er ein longdur armur og ein serstøk tænasta til klinisku deplarnar. Somuleiðis virkar stápurin sum bindilið millum Stjórn, klinisku deplarnar og deildirnar í serstøku uppgávunum hjá stápinum. Kliniski stápurin samstarvar við allar deplar og deildir og gongur undan í at samskipa, góðskutryggja og menna Sjúkrahúsverkið. Kliniski stápurin hevur uppgávur bæði í mun til sjúklingin og starvsfólkini í Sjúkrahúsverkinum. Á Kliniski stápi eru hesi virksemi, Hagtalsserfrøði, Sjúklingaleiðbeinarar, Dygdarmennarar, Smittuverja, umframt Uttanlandstænastan, Sjúklingahotellið Tórshavn og Farmasi. Tilsamans arbeiða áleið 50 starvsfólk, við ymiskum uppgávum og útbúgvingum í skipaðum eindum í Kliniska stápi

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið