P/F Varðin Pelagic
Útgivið
6. december 2023
Útgongur
15. december 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Til logistikkdeildina hjá Varðanum Pelagic verður søkt eftir skrivstovulærlingi.

Varðin Pelagic lýsir eftir skrivstovulærlingi við sergrein í speditión og shipping til setan 8. januar 2024 ella eftir nærri avtalu.

Sum skrivstovulærlingur í logistikkdeildini kemur  m.a. at fáast við hesar uppgávur:

 Fyrireika og avgreiða skjøl í sambandi við útflutning og sølu
 Skipa vøruflutning innan- og uttanlands
 Vørugoymslustýring
 Samskifti við viðskftafólk og flutningsfeløg
 Aðrar fyrifallandi uppgávur

Førleikakrøv:
 skalt hava staðið miðnám. Lærutíðin er 2 - 2,5 ár, og í lærutíðini skalt  í skúla í Danmark í 8-10 vikur  umframt møguligar einstakar lærugreinar aftrat (online). Útbúgvingin er ein skrivstovuútbúgving við sergrein innan speditión og shipping.

Vit vænta, at  ert stinn/ur í enskum og norðurlendskum máli og hevur áhuga og hegni fyri teldu- og KT-skipanum.

Vit ynskja, at  ert røkin, ábyrgdarfull/ur, fyrikomandi og sær nýggjar arbeiðsuppgávur sum spennandi avbjóðingar. Harumframt vænta vit, at  dugir væl at samstarva, samskifta og arbeiða sjálvstøðugt.

Til rætta viðkomandi kunnu vit bjóða eitt avbjóðandi, mennandi og fjølbroytt lærupláss, á einum áhugaverdum og gevandi arbeiðsplássi, saman við dugnaligum starvsfólkum og nógvum ymiskum fakbólkum.

Starvið:
 Starvsstaðurin er á skrivstovuni á Tvøroyri, og  verður partur av søludeildini. Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Samverk og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Hevur  spurningar, ert  vælkomin at seta teg í samband við Allan Smedemark, logistikkleiðara, á tlf. 291695 ella senda teldupost til alsm@vardin.fo.

Umsókn:
Umsókn við CV og avrit av viðkomandi prógvum skulu sendast til vphr@vardin.fo.

Umsóknarfreistin er fríggjadagin 15. des. 2023.

Líknandi størv

11. maj 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið