Hotel Føroyar
Útgivið
11. december 2023
Útgongur
31. januar 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søludeildin á Hotel Føroyum leitar eftir einum skrivstovunæmingi at byrja tíðliga í nýggja árinum.

Um teg:

∙ Tú ert fyrikomandi, tænastusinnað/ur og álitisvekjandi
∙ Tú dugir at samskifta á føroyskum, enskum og norðurlendskum máli bæði á skrift og í talu
∙ Tú trívist millum mongu ymisku starvsfólkabólkarnar í einum rokaligum og til tíðir krevjandi umhvørvi á hotellinum
∙ Tú megnar at samskifta við einum jaligum hugburði bæði við starvsfelagar, samstarvsfelagar, fyriskiparar og gestir
∙ Tú hevur áhuga í at byggja upp nýggj sambond við viðskiftafólk, og at tú við tíðini hjálpir okkum at uppleita nýggj viðskiftafólk bæði í Føroyum og uttanlanda.

Vit kunnu bjóða tær:

∙ Eitt spennandi arbeiðsumhvørvi, har ongin dagur er eins
∙ Dugnaligir og hjálpsamir starvsfelagar við drúgvum royndum
∙ Góða upplæring og góðar karmar fyri menning

Ljóðar hetta sum nakað fyri teg? So send eina umsókn til johanna@hotelforoyar.fo. Hevur tú spurningar ert tú vælkomin at ringja 217565.

Umsóknarfreist: 31. Desember 2023

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið