Lýsing
- 1 lærara í fast starv
- 1 lærara í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2026/2027 fyri lærara í farloyvi. Umsøkjari skal m.a. kunna undirvísa í støddfrøði, alisfrøði, svimjing og Náttúru og tøkni. Setanarbrøkur 1,0.
- 1 lærara í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2026/2027. Setanarbrøkur 1,0.
Tey, ið sett verða skulu:
- virka eftir endamáli skúlans, ið er trivnaður, ábyrgd og læra
- undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiði skúlans duga at samstarva
- vera fús at taka á seg tær uppgávur, ið eru í skúlanum
- vera við til áhaldandi at menna skúlan
- vera stundislig og nærløgd
Førleikakrøv til lærarastørvini:
- Læraraútbúgving.
Størvini verða lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum 18.1 – 29.2.
Meira kann fáast at vita um størvini frá skúlastjóranum Tom Joensen á tel. 740470.
Umsóknir, saman við c.v. og prógvum skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 4. juni 2026 kl. 12.00. Umsóknir kunnu sendast til tom.joensen@skulin.fo ella Eiðis skúli, Kolsvegur 8, 470 Eiði.
Tey, ið sett verða, skulu játta at barnaváttan verður umbiðin.
Eiðis skúli hevur forskúla umframt undirvísing í 1. – 7. árgangi. Skúlaárið 2025/2026 verða uml.95 børn í skúlanum. Skúlin hevur góðar umstøður til næmingar og lærarar. Les meira um okkum á www.eidisskuli.fo