P/F Poul Michelsen
Útgivið
11. marts 2024
Útgongur
23. marts 2024
Staður
Falkland Islands (Malvinas)
Starvsstaður

Lýsing

P/f Poul Michelsen søkir eftir einum millumleiðara / sølufólki til Catering deildina.
Vit søkja eftir einum royndum, røskum, jaligum, arbeiðssomum, røknum og sjálvsstøðugum sølufólki við góðum samstarvsevnum og hollum kunnleika til matvørur og matgerð.

Royndir og áhugi innan Office 365, Business Central – Dynamics 365 er ein fyrimunur.

Vit bjóða tær eitt sera spennandi og fjølbroytt starv við nógvari ferð, har tú saman við okkara dugnaliga sølutoymi og starvsfólkum framhaldandi kann veita kundum okkara eina góða tænastu.
Talan er um eitt fulltíðarstarv og løn sambært avtalu.
Ætlanin er, at tú kanst byrja 1. mai 2024, men vit bíða fegin eftir tí rætta.

Um hetta hevur vakt tín áhuga, so send eina umsókn við viðmælum og lívsrensli til starv@pm.fo

Umsóknarfreistin er sunnudagin 24. mars 2024.

Um tú hevur spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Jørgen Enghamar, Catering leiðara á tlf. 764661 ella teldupostadr. jorgen@pm.fo.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. P/f Poul Michelsen

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið