Hotel Føroyar
Útgivið
12. juni 2026
Útgongur
26. juni 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Fulltíðarstarv

Lýsing

Vit leita eftir sølufólki til Hotel Føroyar

Talan er um eitt fulltíðarstarv, har starvsstaðurin er á Hotel Føroyum við byrjan sum skjótast.

Sum sølufólk fært tú ábyrgd av at samskipa og fyrireika ráðstevnur, fundir og veitslur, bæði á hotellinum og uttan fyri húsið. Starvið gevur tær møguleika at arbeiða sjálvstøðugt, taka ábyrgd og seta tín dám á tiltøkini frá byrjan til enda.

Høvuðsuppgávurnar eru:

  • Samskipa tiltøk saman við ymisku deildunum í samtakinum.
  • Kundasamskifti, ráðgeving og bíleggingar.
  • Samskifta við uttanhýsis veitarar í samband við fyriskipan av tiltøkum.
  • Umsiting og fíggjararbeiði.
  • Eftirmeting av tiltøkum og veitslum.
  • Gera uppsøkjandi søluarbeiði, gera sølutilfar og seta prísir.

Vit ímynda okkum, at tú

  • Hevur royndir innan sølu, kundatænastu og/ella hotelvirksemi.
  • Ert tænastusinnað/-ur, skipað/-ur og hevur gott yvirlit.
  • Arbeiðir sjálvstøðugt og tekur ábyrgd, men samstundis trívist væl í samstarvi við onnur.
  • Megnar at hava fleiri bóltar í luftini í senn.
  • Hevur góðar telduførleikar.
  • Dugir væl at samskifta á føroyskum, donskum og enskum – bæði munnliga og skrivliga.

Arbeiðsbyrðan kann skifta alt eftir árstíð og tiltøkum, tí er tað ein fyrimunur, um tú ert fleksibul og trívist, har tað til tíðir skal ganga skjótt.

Vit bjóða

Eitt spennandi og fjølbroytt starv á einum livandi hotelli, har ongin dagur er eins. Tú verður partur av einum dugnaligum og jaligum toymi, sum saman arbeiðir fyri at skapa framúr upplivingar fyri okkara gestir.

Vit leggja dent á gott samstarv og trivnað, og sum partur av Strawberry hotellketuni fært tú atgongd til spennandi starvsfólkafyrimunir og góðar møguleikar fyri persónligari og fakligari menning.

Hevur tú spurningar?

Um tú hevur spurningar viðvíkjandi starvinum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Rósu Mariu Restorff, hotelstjóra, á teldupost rosamaria@hotelforoyar.fo ella á tlf. +298 217501

Umsókn

Send umsókn og CV til HR@gistogvist.fo

Umsóknarfreistin er 26. juni, men vit halda samrøður leypandi.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið