Herbergið
Útgivið
22. februar 2024
Útgongur
6. marts 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Herbergið í Havn søkir eftir starvsfólki við hjartanum á røttum staði og áhuga fyri at hjálpa fólki í sera truplum lívsstøðum.

Stutt um okkum
Herbergið er búð- og umsorganarheim fyri menniskjum við rúsevnistrupuleikum. Vit hava hitastovu, dagcentur og møguleikar at lata heimleys gista í styttri tíðarskeið.

Førleikar
Dentur verður lagdur á, at starvsfólk eru tolin, rúmlig og fleksibul, og at tey fara fram við tí góða. Samstudis er neyðugt, at reglur verða hildnar og stuðlað verður uppundur tær leiðbeiningar, ið eri í húsinum og eru fyri tey, ið vitja húsið.
Neyðugt er við góðum samskiftis- og samstarvsevnum.
Ynskiligt er, at umsøkjarar eru vanir at brúka teldu og kunnu orða seg skrivliga.

Arbeiðið fevnir um skiftandi vaktir í tíðarskeiðinum 8 á morgun til 21 á kvøldi og vakjandi náttarvaktum frá klokkan 21 á kvøldi til 9 á morgni. Í løtuni er mest brúk fyri vikuskiftisavloysarum og náttarvaktum, men í samband við sjúku, feriu o.a. kann vera tøvur á avloysarum mánadag til fríggjadag.
Arbeiðsuppgávurnar eru nógvar og skiftandi, alt eftir hvør tørvurin er í húsinum. Nevnast kann, at umframt at stuðla, hjálpa og vera um tey, ið búgva í húsinum og brúkarir annars, so eru uppgávur sum røkt, reingerð, matgerð, viðlíkahald, innkeyp og koyring.
Neyðugt er hjá umsøkjara at hava góða heilsu, bæði likamliga og sálarliga.

Tað hevur týdning, at øll starvsfólk á Herberginum eru trúgv móti virðisgrundarlagnum hjá Frelsunarherinum.

Starvsbyrjan:
skjótast gjørligt.

Umsóknir sendast til:
Duruta H. Sørensen, dagligur leiðari, á telduposti durutahs@frh.fo

Hevur tú spurningar starvinum viðvíkjandi, kann tú ringja á tlf. 517301

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið