Torcargo
Útgivið
22. juni 2026
Útgongur
30. juni 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Fulltíðarstarv

Lýsing

Hevur tú hug at arbeiða í einum spennandi altjóða umhvørvi?

Torcargo leitar eftir einum eldhugaðum og skipaðum starvsfólki. Vit bjóða tær møguleikan at gerast partur av einum felag, sum er ein flutningsveitari við skrivstovum í Íslandi, Føroyum, Noregi og Hollandi.

Tú kemur at samskifta við kundar í Føroyum og uttanlanda, samstundis sum tú fært møguleika at fáa avbjóðandi arbeiðsuppgávur.

Uppgávurnar fevna breitt – frá móttøku av ordrum til flutning av vøru og uppfylging av inn- og útflutningi.

Høvuðsuppgávur

  • Uppfylging av sølu og tænastum til kundar.
  • At veita góða kundatænastu fyri inn- og útflutning.
  • At gera flutningsskjøl, fakturering og annað viðkomandi arbeiði.
  • At skapa og viðlíkahalda góð kundasambond.
  • At samskifta við Torcargo-skrivstovur í øðrum londum.

Vit leita eftir tær, sum

  • Er útbúgvin speditør ella innan logistikk/shipping. Tað kann vera ein fyrimunur fyri at fáa starvið, um tú hevur eina slíka útbúgving, men tó ikki ein treyt.
  • Hevur royndir innan kundatænastu og logistikk.
  • Er væl skipað/ur, proaktiv/ur og evnar at raðfesta arbeiðsuppgávurnar.
  • Megnar at loysa óvæntaðar avbjóðingar.
  • Trívist í einum gerandisdegi við fjøltáttaðum uppgávum.
  • Hevur góðar samskiftisførleikar, og kann orða teg munnliga og skrivliga á føroyskum, skandinaviskum og enskum.
  • Hevur góðan teldukunnleika.

Vit bjóða

  • Spennandi og fjølbroytt arbeiði í einum altjóða umhvørvi.
  • Møguleika fyri persónligari og fakligari menning.

Umsókn

  • Umsóknarfreistin: 30. juni 2026
  • Starvsbyrjan: Eftir avtalu
  • Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
  • Løn og setanartreytir: Eftir avtalu.
  • Starvsstaður: Tórshavn.
  • Arbeiðstíð: Fulltíðarstarv – kann verða skiftandi alt eftir arbeiðsuppgávunum.

Er hetta nakað fyri teg?

Send umsókn og CV til jonhard@torcargo.com ella ring 781781 um tú vilt vita meira um starvið.

Um Torcargo

Torcargo er eitt altjóða felag við deildum í Hollandi, Íslandi, Noregi og Føroyum. Vit hava 6 skip, sum sigla regluliga millum Ísland – Føroyar – Holland – Noreg.

Torcargo.com

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið