Lýsing
Ert tú áhugað/ur í politikki, samfelagsviðurskiftum og einum fjølbroyttum starvi í politiska maskinrúminum í Løgtinginum?
So er starvið sum miðlafólk hjá Sambandsflokkinum júst nakað fyri teg!
Um starvið
Vit bjóða tær eitt spennandi starv í einum mennandi umhvørvi, har tú fært serligt innlit í politisk viðurskifti.
Arbeiðsuppgávurnar fevna um miðling og samskipan av politiska gerandisdegnum, umframt at framleiða video og grafikk.
Tú kemur at arbeiða tætt saman við politikkarunum og skrivstovuni hjá Sambandsflokkinum, har tú fært serligt innlit í politisk viðurskifti og kemur at uppliva ein fjølbroyttan arbeiðsdag.
Starvið er tíðaravmarkað frá septembur 2026 til juli 2027.
Um teg
Tað er ein fyrimunur, um tú ert áhugað/ur í politiskum viðurskiftum, hevur evni at klippa og framleiða video og grafikkir, og dugir væl at brúka sosialar miðlar.
Vit vænta, at tú ert
- Væl skipað/ur
- Arbeiðir sjálvstøðugt
- Hevur góð samstarvsevni
- Hevur góðar skrivligar førleikar á føroyskum og donskum
- Dugir væl at brúka sosialar miðlar
Løn og setanarviðurskifti
Løn verður sett eftir avtalu.
Starvsbyrjan er frá 1. septembur 2026 ella eftir nærri avtalu.
Umsókn
Umsókn, CV, viðmæli og onnur viðkomandi skjøl skulu sendast til jogvanjallurid@logting.fo í seinasta lagi 31. juli 2026.
Vinarliga skriva "Umsókn" í evnisteigin.
Meira at vita
Um tú hevur spurningar til starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Jógvan Jall í Dímun á tlf. +298 260582 ella á teldupost jogvanjallurid@logting.fo.