62N Bilaleiga
Útgivið
24. april 2024
Útgongur
12. maj 2024
Staður
Faroe Islands
Bólkur
Starvsstaður

Lýsing

Vit sóknast eftir einum røskum starvsfelaga til 62°N Bilaleigu, at byrja 15. Mai 2024. Arbeiðsstaður er á flogvøllinum.

Talan er um eitt tíðaravmarkað fulltíðarstarv í skiftandi vaktum. Starvstíðin er frá 15. Mai 2024 til 15. Septembur 2024. Løn sambært Samverk sáttmála.

Arbeiðið fevnir um útlevering av leigubilum, og um samskifti við kundar á telduposti. Tað er umráðandi, at umsøkjarin dugir at arbeiða sjálvstøðugt og ábyrgdarfult, og at samskifta væl á enskum.

Tað er ein fyrimunur um umsøkjarin er vanur at arbeiða við teldu.

Um tú vilt vita meira um starvið, ber til at venda sær til Hanus Christophersen, stjóra, á teldupost: hanus@62n.fo

Umsóknir skulu sendast til hanus@62n.fo.

Líknandi størv

3. maj 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið