Fiskastykkið
Útgivið
16. januar 2024
Útgongur
17. februar 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit sóknast eftir einum starvsfelaga til kaféina Fiskastykkið og til fundar- og veitsluhølini Úti á Gjógv í Sandavági.
Tú verður partur av einum festligum starvsfólkahópi, sum elskar at forkela okkara gestir við góðum mati, og serstøkum upplivingum.
Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar, og kunnu variera ímillum at borðreiða við einum góðum kaffimunni í kaféini og at gera klárt til fundir, ráðstevnur og veitslur Úti á Gjógv.

Vit bjóða eitt spennandi starv í einum lívligum umhvørvi og vænta, at tú ert tænastusinnað/ur ábyrgdarfull/ur og hevur hug at geva títt íkast til staðið.

Talan er um eitt starv á 25-30 tímar um vikuna. Starvið verður fyribils sett til februar í 2025.
Ljóðar hettar tiltalandi? So er at senda eina umsókn til Jónleyg á fiskastykkid@fiskastykkid.fo.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at ringja á 258600.
Umsóknarfreistin er 16. februar

Starvið verður sett 1. mars ella eftir avtalu.
Les meira um fiskastykkið á heimasíðu okkara fiskastykkid.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið