Hvannasunds kommuna
Útgivið
24. april 2024
Útgongur
15. maj 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Eitt tíðaravmarkað starv sum leiðari og tvey tíðaravmarkað størv sum námsfrøðingar / hjálparfólk til frítíðarskúlan hjá Hvannasunds kommunu eru leys at søkja. Setanin er avmarkað til skúlaárini 2024/25 og 2025/26. Frítíðarskúlin er í Skúlanum á Fossánesi.

Kjarnuuppgávan hjá Frítíðarskúlanum á Fossánesi er at bjóða børnunum eitt trygt, mennandi, stuttligt og lærríkt umhvørvi saman við vegleiðandi vaksnum.

Námsfrøðilesandi, sum verða liðug í summar, eru eisini vælkomin at søkja.

  • Størvini eru 24-27 tímar um vikuna og verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið
  • Umsøkjarar, sum eru áhugaðir í meira avmarkaðum tímatali eru eisini vælkomnir at søkja.

Vit ynskja, at umsøkjarin:

  • Er áhugaður at arbeiða við børnum 6-10 ár
  • Er ágrýtin, initiativríkur og fakliga tilvitaður og hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovuni
  • Hevur góð samstarvs- og samskiftisevni og megnar at virka fyri góðum samstarvi við foreldur, børn og starvsfelagar

Umsóknir við avriti av prógvi, møguligum ummæli og cv skulu vera Kommunuskrivstovuni í hendi í seinasta lagi 15. mai 2024 kl. 16:00.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Kommunuskrivstovuna hjá Hvannasunds kommunu á tlf. 452007 ella við telduposti hvannasund@hvannasund.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið