P/F SMS
Útgivið
24. april 2024
Útgongur
10. maj 2024
Staður
Faroe Islands
Bólkur
Starvsstaður

Lýsing

Vit leita eftir einum starvsfólki til kondittara-toymið hjá okkum í Mylnuni. Tað er ikki neyðugt at tú ert útbúgvin kondittari, bara tú hevur áhuga fyri- og tímur at fáast við køku og bakstri.

Í Mylnuni framleiða vit bakara- og kondittaravørur til handlarnar Bónus, Mylnan og Miklagarð, samstundis sum vit taka ímóti ordrum umvegis heimasíðu okkara mylnan.fo.

Uppgávurnar eru ymiskar og eru dagarnir tí sjálvdan eins í framleiðsluni. Tú verður partur av toyminum, ið stendur fyri dagligu framleiðsluna í kondittarínum. Tú luttekur í kreativu menningini av bakstri og køkum, og er á tann hátt við til at seta tín dám á arbeiðsdagin.

Tað er umráðandi fyri okkum, at okkara starvsfólk eru ábyrgdarfull, at tey duga væl at arbeiða skipa, og at tey arbeiða væl sjálvstøðugt líka so væl sum í einum toymi.

Arbeiðstíðin er vanliga millum kl. 6 og kl. 14, 40 tímar um vikuna, og vikuskiftisarbeiði kann koma fyri. Arbeiðsstaðurin er í Miðlon á Hoyvíksvegi 67 í Tórshavn.

Talan er um eitt farloyvisstarv í eitt ár, men møguleiki er fyri at leingja.

Kundi tú hugsa tær at verið partur av toyminum, kanst tú senda okkum tína umsókn umvegis leinkjuna her: https://hr.sms.fo/Application/Index/2302.

Hevur tú spurningar til eitthvørt, kanst tú venda tær til Maigunn Nattestad, leiðara í kondittarínum, á telefon 227506.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið