Málráðið
Útgivið
11. september 2026
Útgongur
29. september 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Vilt tú vera við til at menna málfrøðiligu uppgávurnar, sum Málráðið arbeiðir við?

Skrivstovan á Málráðnum, Málstovan, er í støðugari menning við vaksandi tali av uppgávum, tí leita vit nú eftir starvsfólki til eitt áhugavert og fjølbroytt starv á Málstovuni. Talan er um fast hálvtíðarstarv at seta skjótast gjørligt. Treytað av játtan hækkar starvsbrøkurin.

Starvsøki

Vit bjóða eitt spennandi og fjølbroytt starv, sum fevnir um málrøkt, málmenning, normering og ráðgeving. Tú verður partur av einum virknum toymi, ið virðismetir fakligt samstarv og gott samanhald.

Tínar høvuðsuppgávur fevna millum annað um at:

  • arbeiða við yrkisorðum og menna økið
  • luttaka á ráðstevnum og fundum uttanlands og samstarva við norðurlendsku málráðini
  • vera partur av máltænastuni
  • gera tilfar til heimasíðu og sosialar miðlar
  • miðla og samskifta vegna Málráðið
  • gera málfrøðiligt kanningararbeiði eftir tørvi og samtyktum í Málráðnum

Førleikakrøv

Vit leita eftir einum starvsfelaga, ið:

  • hevur útbúgving frá hægri lærustovni í føroyskum máli við sera góðum kunnleika til norðurlendskt ella samsvarandi útbúgving
  • hevur góðar mál- og rættskrivingarførleikar
  • er proaktivur, jaligur og sær møguleikar fram um forðingar
  • hevur góð samstarvsevni og dugir at arbeiða sjálvstøðugt
  • nær ásettum málum og trívist væl við nógvum ymiskum arbeiðsuppgávum
  • hevur góðar tøkniligar førleikar

Kunnleiki til ella førleikar at seta seg inn í teknmál kann vera ein fyrimunur.

Setanarviðurskifti

Talan er um hálvtíðarstarv, ið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya. Tann setti/-a má tola broytingar í starvinum.

Umsókn og samband

Umsókn saman við avriti av prógvum, lívsrensli og møguligum ummælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 29. september 2026.

Tú søkir starvið her.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Beinir Bergsson, formann í Málráðnum, á tel. 225522.

Um Málráðið

Málráðið varð stovnað í 2012 sambært løgtingslóg um málráð og hevur sum endamál at røkja, menna og verja føroyska málið, at vegleiða, ráðgeva og gera niðurstøður í málspurningum og at áseta føroyska stavseting. Málráðið er skipað við ráði, starvsnevnd og skrivstovu. Málráðið og Fróðskaparsetur Føroya samstarva um skrivstovuhald og fyrisiting, tí verða størvini sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya. Starvsstaðurin er skrivstovan á Málráðnum. Les meira á www.malrad.fo.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið