Umhvørvisstovan
Útgivið
11. september 2026
Útgongur
1. oktober 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Tíðaravmarkað starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Umhvørvisstovan søkir starvsfólk til at gera umhvørviskanningar innan altjóða verkætlanina Arctic Monitoring and Assessment Programme (AMAP). Talan er um eitt farloyvisstarv fyri starvsfólk, ið fer í barnsburðarfarloyvi.

AMAP er ein verkætlan undir Arktiska Ráðnum, sum hevur til endamáls at fylgja við dálkingarstøðuni í umhvørvinum í arktiska økinum. Til ber at lesa meira um AMAP-verkætlanina her.

Verkætlanin snýr seg um at kanna útbreiðslu og árin av umhvørviseitrandi evnum. Arbeiðið fevnir m.a. um at taka sýni, viðgera dátur, umframt ymisk fyrifallandi arbeiði. Miðling, herundir at skriva frágreiðingar, greinar og aðra miðling av úrslitum, eru partar av starvinum. Starvið er skipað á deildini Vernd, og tú verður partur av granskingartoyminum á Umhvørvisstovuni.

Førleikar

Vit vænta, at tú hevur viðkomandi hægri útbúgving, eitt nú innan lívfrøði, evnafrøði ella líknandi.

Tað er umráðandi, at tú hevur tøkniligt tev og hevur lætt við at seta teg inn í forrit og skipanir.

Vit vænta, at tú megnar at samskifta á føroyskum, dugir væl at skriva á enskum máli, ert nærlagdur/-løgd og hevur koyrikort B.

Førleikar innan dátuviðgerð og forrit, sum t.d. R og/ella SQL, kunnu vera ein fyrimunur.

Setan

Starvið er eitt farloyvisstarv fyri starvsfólk, ið fer í barnsburðarfarloyvi, og er starvstíðin tí tíðaravmarkað tillagað farloyvistíðarskeiðinum og í mesta lagi eitt ár.

Starvsbyrjan er 6. november 2026 ella sambært avtalu. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya. Arbeiðsstaður er Umhvørvisstovan, Argir. Viðkomandi, ið verður settur, má tola møguligar broytingar í starvinum.

Umsókn, saman við prógvum, lívsrensli o.ø., skal vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi 1. oktober 2026.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Katrina Hoydal, umhvørvisgranskara og toymisleiðara, teldupostur katrinh@us.fo, ella Siggu Jacobsen, deildarleiðara á Vernd, teldupostur siggaj@us.fo, tlf. 234346.

Søk starvið her.

Um Umhvørvisstovuna

Umhvørvisstovan er stovnur undir Heilsu- og orkumálaráðnum og fevnir um virkisøkini náttúru- og umhvørvisvernd, umhvørvisgransking, orkumál og elveitingareftirlit, viðarlundir og frílendi, land- og sjókort, matrikul, tinglýsing og landsfólkayvirlit. Umhvørvisstovan leggur seg eftir at skipa arbeiðið soleiðis, at starvsfólk hava javnvág millum arbeiðslív og privatlív. Høvuðsskrivstovan er á Traðagøtu 38 á Argjum. Umhvørvisstovan eggjar øllum skikkaðum umsøkjarum, uttan mun til persónligar umstøður, til at søkja starvið.

Tú kanst lesa meira um Umhvørvisstovuna her.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið