Urtagarðstænastan
Útgivið
6. april 2024
Útgongur
22. april 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Urtagarðstænastan søkir eftir arbeiðsformanni ella kvinnu, til lendisarbeiði og annað.

Hevur tú hug og hegni at samskifta, samstarva og at føra verkætlanir trygt á mál saman við okkum?

Urtagarðstænastan søkir eftir dugnaligum, ábyrgdarfullum og royndum fólki , ið er til reiðar saman við okkum at stýra projektum- og lendisverkætlanum frá byrjan til enda.

Tú ert virkandi millumlið í millum arbeiðisfólki og leiðslu.

Tú kemur at hjálpa okkara arbeiðsfólki í dagligum uppgávum, og stýra dagligum rakstri og arbeiði.

Urtagarðstænastan hevur dugnalig starvsfólk, ið duga at tryggja, at verkætlanir eydnast væl.

Vit hjálpa hvør øðrum og geva góða fakliga vegleiðing.

Vit ganga sera høgt uppí trivnaðin á arbeiðsplássinum, soleiðis at starvsfólki trívist.


Arbeiðsøki:
Starvið sum formaður/kvinna fevnir í høvuðsheitum um arbeiðsábyrd herundir:

  • Samskipan og leiðsla av verkætlanum
  • Samskifti við veitarar og ráðgevar,
  • Góðskutrygging av arbeiðum,
  • Stýring av fíggjar- og tíðarætlan,
  • Ger av arbeiðsvegleiðingum.

Arbeiðsuppgávur eru millum annað:

Lendisgøtur

Grevstur

Lendisviðgerð, so sum gróður, mold arbeiði v.m.

Ymiskt annað

Um teg:

Persónligir førleikar:

  • Góð samstarvsevni,
  • Dugir væl at samskifta og at arbeiða miðvíst,
  • Nærløgd/nærlagdur,
  • Arbeiðir sjálvstøðugt og ábyrgdarfult.

Fakligir førleikar:

  • Tað er eitt ynski, at tú hevur royndir innan nevndu arbeiðsøki
  • Royndir innan anleggsarbeiði, ella entreprenør
  • Koyrikort

Vit bjóða:

  • Eitt starv við spennandi avbjóðingum, sum geva góðar møguleikar fyri persónligari og fakligari menning
  • Tú gerst partur av einum góðum toymi við gartnarum, arbeiðsfólki o.ø.
  • Eitt spennandi arbeiðspláss við góðum trivnaði og fjøllbroytni bæði í aldri, kyni.

Løn og setanartreytir

Løn og setanartreytir verða samsvarandi útbúgving ella royndum.

Fyri at hoyra meira um arbeiði, ella spurningar, ber til at ringja til Haraldur S. Hammer stjóra, á Tlf. 513031, ella senda teldupost á Haraldur@blomuhusid.fo

Vit bíða fegin eftir tí rætta.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið