Almannaverkið
Útgivið
24. april 2024
Útgongur
6. maj 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Bú- og viðgerðarstovn fyri børn og ung í Tórshavn.

Eindin Barnaverndarstovnar í Almannaverkinum søkir eftir einum starvsfólki við námsfrøðiligari ella heilsufakligari útbúgving at starvast á nýggjum bú- og viðgerðarstovni fyri børn og ung í Tórshavn.

Um starvið
Starvið er fulla tíð og byrjað verður skjótast til ber ella eftir nærri avtalu. Arbeiðsstaðurin er Grásteinsgøta. Arbeitt verður í skiftandi vaktum, sum fevna um alt døgnið allar dagar í vikuni. Miðað verður eftir, at arbeitt verður triðja hvørt vikuskifti. Neyðugt er at hava koyrikort.

Vit kunnu bjóða tær

  • góðar treytir fyri menning av førleikum innan umsorganarsvík, m.a. við skeiðum, tvørfakligum viðgerðarfundum og supervisión
  • KRAP útbúgving
  • at vera við í einum tvørfakligum starvsfólkabólki, har arbeitt verður við KRAP og sernámsfrøði.
  • góða innleiðslu, har tú verður sett/-ur inn í sosialnámsfrøðiligu viðgerðina, mannagongdir og hvussu tú arbeiðir við KRAP

Leinkið til lýsingina á okkara heimasíðu er

 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið