Lýsing
- Tvey størv, ið er skipað sum føst lærarastørv frá 1. august 2026.
- Eitt, møguliga tvey parttíðar tíðaravmarkað lærarastørv vegna lækkað tímatal og avlopstímar skúlaárið 2026-27. Endaliga tímatalið verður ásett eftir 1. oktober 2026.
- Tvey parttíðar tíðaravmarkað størv sum roknivegleiðari og lesivegleiðari til førleikastovuna fyri skúlarnar í Sandoynni skúlaárið 2026-27.
- Tvey tíðaravmarkað størv sum námsfrøðiligur stuðul, uml. 20 klokkutímar um vikuna, til næmingar við serligum tørvi. Endaliga tímatalið verður ásett eftir 1. oktober 2026.
Vit vænta av tær, at tú:
- hevur læraraútbúgving, námsfrøðiliga útbúgving ella námsfrøðiligar royndir
- hevur góðar relatiónsførleikar, er fyrikomandi og samstarvshugað/ur
- vil vera við til áhaldandi at menna teg sjálva/an og skúlan
- vil fevna ymisleikanum og styrkja felagsskapin
- er stundislig/ur og nærløgd/lagdur
- er áhugað/ur í at skapa góða floksleiðslu
- er eldhugað/ur at arbeiða við næmingum úr 6. - 9. flokki
Førleikakrøv
Okkum tørvar lærarar, ið kunnu átaka sær flokslæraraábyrgd. Harafturat skal lærarin hava førleika at átaka sær at undirvísa í: støddfrøði, náttúruvísindaligu lærugreinunum, týskum, søga, samfelagsfrøði, smíð og í ítrótti og svimjing.
Lønar- og setanartreytir
Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tey, ið sett verða, eru tænastumannasettir lærarar frammanundan. Lærarastørvini verða lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjamálaráðið. Námsfrøðiliga starvið er lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Pedagogfelagið. Størvini eru treytað av, at tímajáttanin heldur. Barnaváttan verður kravd í samband við setan.
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvum, c.v. og møguligum ummælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi mánadagin 04. juni 2026 kl. 12.00. Meira fæst at vita um størvini við at seta seg í samband við Jacqueline Benzon, skúlastjóra á tlf. 216038 ella at senda t-post til meginskulin@skulin.fo
Sandoyar Meginskúli hevur 55 næmingar úr 6. til 9. flokk. Í skúlanum arbeiða 19 starvsfólk. Lærarar, námsfrøðingar, húsavørðir, reingerðarfólk og heilsufrøðingur.