Drotning Ingridar Meinigheitsbarnagarður
Útgivið
5. april 2024
Útgongur
21. april 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Ert tú námsfrøðingur, og hevur børnini fremst í hjarta og hugsanum, kann tað verða júst tær vit leita eftir, til at leiða okkara stovn.

Vit bjóða eitt áhugavert og avbjóðandi starv. Í starvinum kanst tú menna teg, bæði fakliga, persónliga og rúm er fyri nýhugsan saman við góðum og álítandi starvsfólkum.

Ynski er eisini, at trivnaður, menning og førleikar verða raðfest høgt, soleiðis at børn og starvsfólk støðugt eru í menning. Dentur verður lagdur á, at tú tekur undir við kristnu virðunum og vil arbeiða sambært lógum og avtalum. Tað kann verða ein fyrimunur, um tú hevur leiðsluroyndir og/ella viðkomandi útbúgving í leiðslu.

Vit ynskja at stovnsleiðarin hevur evni og hug at leiða í einum námsfrøðiligum umhvørvi, at ganga á odda, verða kveikjandi og taka ábyrgd,

Vit ímynda okkum ein leiðara, ið hevur hugsjónir í mun til námsfrøði og leiðslu, sum vil virka fyri einum høgum fakligum støði, har námsfrøðiliga tænastan er í miðdeplinum. Leiðarastarvið krevur bæði sjálvstøðugleika og samstarv, har tú bæði fært avbjóðingar- og menningarmøguleikar. Leiðarin skal eisini hava hug og hegni at umsita fíggingina á stovninum.

 

Lønar- og setanartreytir
Starvið er tíðarsett til 31. juli 2025. Talan er um fulltíðarstarv, við starvsbyrjan 1. juni 2024 ella skjótast møguligt. Løn eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, galdandi sambært lønartalvuni flokkingini fyri leiðara 120 – 289, stig 29 til 33. Stovnsleiðarin vísir til nevndina á stovninum.

Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur nevndin skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

 

Umsókn
Umsóknir saman við prógvi, møguligum viðmælum og upplýsingum um royndir skulu sendast til sverri@kirkjan.fo í seinasta lagi sunnudagin 21. apríl 2024.

 

Meira fæst at vita
Um tú ynskir at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sverra Steinhólm, nevndarformann á tlf. 237333.

 

Í Drotning Ingridar Meinigheitsbarnagarði arbeiða bæði námsfrøðingar og hjálparfólk, umframt reingerðarfólk og húsavørður. Stovnurin hevur pláss fyri uml. 50 børnum. Barnagarðurin er sjálvsognarstovnur, sum verður stjórnaður av eini níggjumannanevnd, har limirnir umboða kirkjuráðið í Vesturkirkjuni, Meinigheitshúsið, KFUK, KFUM og Tórshavnar kommunu, umframt at prestur, lækni og tvey foreldraumboð eru í nevndini

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið